Besta kvinnuliðið er við í stríðnum um heiðursmerki eftir fyrstu sjey landskappingardystirnar. Hósdagin fekk B36 eitt stig við heim úr Runavík. Tað var eitt fínt úrslit, heldur ábyrgdarmaðurin Jan Poulsen.
- Tað var nøktandi í tann mun, at vit hildu okkum til avtalurnar. Vit góvu so at siga einki burtur og syrgdu fyri at halda teimum frá at skora. Vit noyddust tíverri at spæla við 10 spælarum seinastu løtuna, tí vit høvdu brúkt allar útskiftingarnar, tá ið ein fekk løst í høvdið og ikki fekk hildið fram. NSÍ fekk onkran møguleika ta løtuna, men vit slakaðu ikki, sigur hann.
Í dag er mótstøðuliðið aftur NSÍ, sum er á øðrum plássi. Hesaferð er dysturin í Gundadali, og Jan Poulsen vónar og væntar, at B36 verður neyvari framman fyri málinum.
- Vit skulu halda fast í tí, sum riggaði væl hósdagin, og so fara vit at royna at leggja okkurt afturat. Vit skulu tildømis duga betur at skjóta mál í opnum spæli, og eg ivist ikki í, at tað fer at lukkast skjótt. Vit hava eisini lagt dent á tað undir fyrireikingunum til hendan dystin. Annars fara vit á vøllin við sama góða hugburði, so vit kunnu vinna okkum longur fram á stigatalvuni, sigur hann.

Kvinnuliðið hevur verið í stórari menning seinastu árini. Farið var undir eina longri tilgongd fyri tveimum árum síðan, har málið var byggja eitt lið upp, sum skal vera fastur partur av toppinum í føroyskum kvinnufótbólti. Higartil hevur tað eydnast væl. Úrslitini hava sveiggjað nakað, men venjingarmentanin er styrkt, úrslitini verða støðugt frægari, og spælarar eru komnar afturat, so tað er kapping um plássini.
Jan Poulsen fekk brádliga høvuðsábyrgdina herfyri, tá Tummas Erling Djurhuus valdi at taka við øðrum venjarastarvi. Tummas Erling hevur vant kvinnuliðið seinastu tvey árini, men brádliga stóð honum í boði at venja besta mansliðið í barndómsfelagnum TB.
- Tað kom sjálvandi dátt við, at hann gavst, tí tað kom so brádliga. Eg skilji kortini væl, at hann tók við hasari spennandi uppgávuni. Vit og øll í B36 ynskja Tummas Erling alt tað besta og takka honum fyri stóra arbeiðið, sum hann gjørdi í B36. Vit gleða okkum eisini at síggja hann aftur í B36-húsinum í framtíðini, sigur Jan.
Ambitiónirnar eru kortini tær somu. Kvinnurnar hava sett sær fyri at røkka einum betri úrsliti enn í fjør, tá ið avrikini rukku til fjórða plássið í landskappingini. Higartil í ár er úrtøkan 12 stig fyri sjey dystir, og B36 er eisini nummar fýra í røðini undan hesum dystinum.
- Vit hava lagt sera stóra orku í hetta, og byrjanin hevur ikki verið nøktandi, um vit meta eftir stóra arbeiðinum, sum vit hava lagt í fyrireikingarnar til hetta kappingarárið. Vit hava eisini spælt onkrar dystir, sum vit burdu vunnið, men soleiðis er fótbóltur eisini. Tað ræður um at taka av, tá ið møguleikin býðst. Tá ið tað er sagt, so hava vit spælt flestar dystir ímóti liðum, sum eru ovarliga á stigatalvuni. Vit eru heilt vist á rættari leið. Skaðar darva framvegis í hópinum, men eg ivist ikki í, at tá allar eru tøkar, so spæla vit við har, sum tað er stuttligast, sigur Jan Poulsen.