Fyrstu løtuna funnu vit okkum ikki rættis, og tað kostaði okkum dýrt í einari annars intensari og spennandi grannauppgerð
Eftir ein mánað óbodna pausu kom lív afturí Betri-deildina um vikuskiftið. Okkara lutur var heimadystur moti grannunum úr HB, og í nógvar mátar var dysturin einari grannauppgerð líkur.
Skal nakar fingur setast á frá okkara síðu, so var tað, at vit tóktust ikki heilt vaknir fyrsta stóra korterið ella har á leið. HB sat á mest sum øllum hesa løtuna, og teir tóktust grammir eftir at skjóta seg framum. Teir høvdu eisini bóltin í meskunum, men tann royndin varð kolldømd fyri rangstøðu, men tað munaði lítið, tá teir nakað seinni stútaðu seg framum eftir horna, har vit ikki vóru serliga sannførandi.
Sum hálvleikurin leið, komu okkara menn tó fyri seg. Álopini móti HB málinum gjørdust alsamt naskari, og ta einu ferðina skuldu vit fingið mál burturúr, tá Hannes streyk avstað í høgru, men ólukkutíð fekk Bartal ruddað burtur.
Hannes fekk annars ofta sera harða viðferð, og tað tóktist, sum vóru grannarnir um ein háls, tá ferðin varð skrúvað upp, og meira enn ofta varð hann steðgaður dekan ov harðliga.
Seinni hálvleikur gekk á leið, sum seinni partur av tí fyrra. Vit royndu og royndu at trýsta, og møguleikarnir komu eisini, men tann heilt opni lat bíða eftir sær.
Burtur úr ongum fekk HB brádliga brotsspark, men tað er nú vorðin ein vani, at Mattias tekur sær av slíkum, og tað gjørdi hann eisini hesaferð. Vit kunnu undrast á, at tann støðan yvirhøvur fekk dómaran at bríksla, men hvussu dómarin kundi lata vera við at døma brotsspark til okkum, tá Viljormur skreiddi undir Sabala, mugu onnur enn heimasíðan døma um. Men vit kunnu bara staðfesta, at grannarnir skulu vera fegnir um, at VAR ikki er partur av føroyskum fótbólti.
Vit høvdu fleiri vandasøður, men málið kom ikki, og móti dystarenda vórðu vit revsaðir, tá álopsbogin varð spentur. HB slapp at kontra, og so kundi Mikkel Dahl sløkkja okkara vón, tá hann sera kølið legði bóltin í netið til 2-0.
So var leyst og liðugt, og vit kunnu bara iðra okkum um tað, sum kundi verið. Men hugburðin kann eingin taka frá okkum, og verður hann tann sami,sum hann var 70 av teimum 90 minuttunum í dag, so er eingin ivi um, at stig – og nógv av slagnum – koma inn á kontina.
B36-HB 0-2 (0-1)
0-1: Bartal Wardum , 15.
0-2:Mikkel Dahl, 88.
B36: Mattias Lamhauge – Jann Benjaminsen, Andrias Eriksen, Isak Jónsson, Magnus Egilsson – Eli F. Nielsen (Símun Sólheim, 84.), Erlendur Magnusson (Andrass Johansen, 66.) – Hannes Agnarsson, Taufee Skandari (Sonni Ragnar Nattestad, 88.), Bjarki C. Nielsen (Aron Knudsne, 66.) – Benjamin Heinesen (Valerijs Sabala, 46.)
Gult kort: Andrass Johansen
Comments