Sunnudagin spæla vit fyri fyrstu ferð í ár landskappingardyst á Tórsvølli. Gaman í er tað HB, sum á pappírinum eigur heimavøll, men latum okkum nú øll taka eitt tak, so spælarar okkara merkja stuðulin frá fjøldini.
Vit hava áður prógvað, at standa vit saman, so er tað eingin, sum kann taka okkum uttan fyri vøllin – og vit hava so sanniliga eisini prógvað, hvussu langt tann stuðulin kann røkka inn á Tórsvøll.
Dysturin sunnudagin er klokkan 15, og vónandi verður hvíta helvtin av áskoðaraplássunum á tremor við hvítum og svørtum litum.
Comments