top of page

Kom við til Riga

Vit eru sera fegin um at kunna bjóða okkara viðhaldsfólki við til Riga at síggja dystin ímóti FK AUDA í evropeisku Conference League kappingini.


Flogið verður beinleiðis úr Vágum til Riga.


  • Vágar-Riga: mánadagin 8. juli klokkan 20:45. Eru í Riga klokkan 01:30.

  • Riga-Vágar: fríggjadag 12. juli klokkan 02:15. Eru í Vágum klokkan 03:05.

Vit bjóða

  • Tríggjar nætur á gistingarhúsinum Hilton Garden Inn Old Town við morgunmati

  • Buss t/r flogvøllinum í Riga

  • Buss t/r til Skonto Riga Stadium, har dysturin verður spældur

  • Tiltak við spurningum og svar (Q&A) við Magna Hoseth og einum spælara týsdag á hotellinum

 Prísur fyri hvønn í dupultkamari er 735 EUR, sum er áleið 5.483 krónur.

 Prísur fyri ein í einstaklingakamari er 855 EUR, sum er áleið 6.378 krónur.

Dysturin verður spældur mikukvøldið 10. juni.

Tað er gott summarveður í Riga í hesum døgum, og veðurforsøgnirnar siga sum heild millum 25 og 30 stig komandi dagarnar.

Tit eru hjartaliga vælkomin at melda til ella spyrja tykkum fyri hjá Sólvá Joensen á telefon 913536 ella teldupost solva@b36.fo.

Freistin er melda til er fríggjadagin 28. juni.



Comments


Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page