top of page

Kom til UEFA Conference League dyst í Gundadali ólavsøkuaftan


B36 hevur, í samstarv við Televarpið, gjørt av at vísa returdystin úr San Marino á stórskýggja í B36 húsinum Fyrri dysturin endaði 1-0 til B36, so lagt er upp til spennandi returdyst So øll eru hjartaliga vælkomin í B36 húsið ólavsøkuaftan 28. juli at hyggja at Tre Fiori – B36 Dysturin byrjar kl 19:45 og letur húsið upp kl 19:00 Kantinan og flokksmenn hava opið Fan Shop hevur opið Lutaseðlasøla – stórur vinningur* *Keyp lutaseðil og vinn ferð við B36 til 3. umfar í UEFA Conference League. Hetta um B36 kemur víðari. Um B36 ikki kemur víðari, so er vinningur uppihald í summarhús á Sandi Síggjast í B36 húsinum til hugna og UEFA Conference League dyst millum Tre Fiori og B36 So vóna vit bara at ólavsøkan verður enn betri #viterub36

Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page