top of page

Jann vil upp á tindin

Í vetur flutti Jann Benjaminsen aftur til Føroya. Eftir tvey ár í norskum fótbólti skrivaði toftamaðurin undir sáttmála við B36, har hann hevur verið sannførandi bakkspælari. - Um ársskiftið hevði eg ongan sáttmála og skuldi avgera, hvat næsta stigið skuldi vera. Eg hevði fleiri møguleikar í fleiri londum, og takkaði eisini nei til tilboð úr millum annað Norra, Íslandi, Finnlandi og Lettlandi. Heildarmetingin var, at B36 var rætta skiftið. Ítróttaliga er hetta ein spennandi avbjóðing, og bæði familjan og fíggjarstøðan ávirkaðu eisini støðutakanina. Jann vandi við B36 í vetur fyri at halda seg í form, meðan hann umhugsaði støðuna. Hann minnist seg hava sera gott samskifti við Dan Brimsvík hesa tíðina. - Tað gekk eisini skjótt, tá eg segði honum, at eg umhugsaði at skifta til B36, sigur hann. Í februar var avtalan undirskrivað, og Jann vann sær fast pláss á liðnum beinanvegin.


- Eg visti frammanundan, at samanhaldið var sera gott í B36-húsinum, men eg eri kortini ovfarin av, hvussu tøtt hendan fótbóltsfamiljan er. Øll eru góð við felagið, og nú verður arbeitt av øllum alvi at fáa B36 upp aftur á tindin í føroyskum fótbólti, sigur hann.





Týskvøldið spældi hann allan dystin á tamb, tá B36 tapti steypadystin fyri grannunum. Hann heldur, at B36 kundi tað sama vunnið tann dystin.


- Vit stýrdu spælinum væl í fyrra hálvleiki og áttu eisini at fingið meira burturúr teimum støðunum, sum vit skaptu. Eftir steðgin kom stígur í, tí vit vóru ov einfalt trýstir til at spæla langar bóltar. Vit eru vónbrotnir av úrslitinum, men vit kunnu ikki dvølja við tað, sum er farið. Nú herja vit á aftur, og uppgávan er nú at fáa trý stig sunnudagin, sigur hann.


26 ára gamli toftamaðurin verður kortini ikki við í hópinum hesaferð. Hann fekk løst í høvdið týskvøldið og noyðist sostatt at sita millum áskoðararnar og stuðla liðfeløgunum.


- Eg vil fegin takka øllum viðhaldsfólkunum, sum stuðla okkum sera væl. Stuðulin hevur stóran týdning, og tað merkist heilt vist á vøllinum. Vit vilja altíð hjartans fegnir løna tykkum aftur við sigrum og góðum fótbóltsspæli, sigur hann.

Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page