top of page

Jógvan Gullfoss skrivað sáttmála


Mánadagin skrivaði Jógvan Gullfoss undir sáttmála við B36

Navnið spillir ongan, verður sagt, men tað klingaði nú bara heilt væl, tá 17 ára gamli Jógvan Gullfoss mánadagin skrivaði undir sáttmála við B36. Hartarbeiðandi miðvallarin er ein av nógvum ungum spælarum, sum hevur gjørt vart við seg í bæði ungdómsrøðini og á næst besta mansliði okkara. Góðu avrikini hava sjálvandi havt við sær, at Dan Brimsvík hevur havt eyguni við fótbóltsevnunum hjá Jógvani, og mánadagin varð sáttmáli so skrivaður við Jógvan. Og so kunnu vit bara staðfesta, at eftirnavnið ikki er ókent í B36. Pápi Jógvan, Kári, var í fleiri ár ein lyklaspælari á besta mansliði okkara. Og uttan nakra samanbering annars, so kunnu vit bara staðfesta, at er arbeiðsavrikið hjá unga alvanum á leið tað sama, sum tað var hjá pápanum, so koma fótbóltsevnini heilt víst at røkka langt.

Comments


Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page