Vit góvu gestunum eina jólagávu í úrtíð, og hóast vit síðandi sótu á at kalla øllum, so skoraðu vit bara tað eina málið, sum hóast alt tryggjaði javnleikin
Tað var lagt upp til tað heilt stóra, tá vit í dag tóku ímóti NSÍ. Nógv varð fyriskipað uttan fyri vøllin, og tá veðrið eisini var av tí besta, var veruliga lagt upp til fótbóltsveitslu í týdningarmikla dystinum.
Ballið var ikki meira enn byrjað, áðrenn NSÍ fekk eina rimmar gávu frá okkum. Andrias datt ella gleið, tá ein bóltur varð spældur til hann, og so slapp Klæmint púrasta einsamallur móti málinum. Mattias fekk fótin á, men tað var ikki nógv mikið, og so var mótbrekka hjá okkum.
Vit svaraðu tó væl aftur. So líðandi fingu vit veruliga lagt eitt stórt trýst á mótstøðuna. Møguleikarnir komu eisini, men vit høvdu ikki neyvleikan, sum skuldi til, og tað heila gjørdist eitt sindur frustrerandi. Málið kom tó loksins, tá klokkan var um at raka 36 minuttir. Pingel legði inn fyri úr vinstru, og so kundi Uros ósvakaliga trygt stúta bóltinum í netið.
Eftir steðgin var lagið tað sama. Vit sótu á mest sum øllum, men hóast góðu støðurnar vóru nógvar, so megnaðu vit ikki at fáa bóltin seinastu metrarnar í kassan. Fram til tað seinasta royndu vit at trýsta, meðan gestirnir ótarnaðir sluppu at nøla og drála, uttan at hetta fekk nakrar avleiðingar. Tað fekk tað heldur ikki, tá stór fríspørk ferð eftir ferð vórðu gjørd, so ferðin kundi takast úr okkara spæli. Og tað er merkisvert, at ikki eitt gult kort verður givið í dysti av hesum slag.
Ikki tí. Dómarin skal ikki hava skuldina fyri, at vit bara skoraðu tað eina málið. Tað stutta av tí langa er, at vit megnaðu ikki vinna okkum heilt vyir mótbrekkuna, sum vit góvu okkum sjálvum, og varð, sum yvirskriftin sigur – irriterandi.
B36-NSÍ 1-1 (1-1)
0-1: Klæmint A. Olsen, 4.
1-1: Uros Stojanovc, 36.
B36: Mattias Lamhauge – Benjamin Heinesen, Lukas Enevoldsen, Andrias Eriksen, Alex Mellemgaard – Ragnar Samuelsen (Hugin Samuelsen, 64.), Mathias Thrane – Sebastian Pingel (Bjarki Nielsen, 80.), Andrass Johansen (Hákun Edmundsson, 87.), Hannes Agnarsson – Uros Stojanov
留言