top of page

Ikki nóg gott

Við tveimum málum bjargaði Pingel okkum eitt stig, og tað skulu vit faktiskt vera fegin um


Vit høvdu favoritt-leiklutin, tá vit í dag vitjaðu á Dungasandi. Hóast 07 Vestur hevur ment seg nógv gjøgnum kappingina, so hava vit Europa at stríðast um, og tað skuldi borgað fyri einum ávísum muni.

Men hesin munurin var trupul at síggja á vøllinum. Frá byrjan høvdu heimamenninir hug at seta seg á dystin, og teir fingu eisini skapt fleiri vandastøður, meðan tað hinvegin var heldur tunligt við góðum álopsroyndum frá okkara síðu.

Men best sum vertirnir hildu seg hava fingið takið, komu vit tó á odda. Og tað enntá við einum framúr máli.

Hannes sendi til Thrane, sum fann Uros í lítlu boksini. Hann snaraði bæði verjuspælara og málverja av sær, áðrenn bólturin varð rullaður til Pingel, sum hamraði hann inn í manntóma málið.

Hetta skuldi verið ein ordans uppercut til heimaliðið, men tað lótu teir ongan síggja. Heldur løgdu teir enn meira fyri, og sum hálvleikurin leið, tóktist útjavningin bara at koam nærri. Og hon kom eisini, tá vit ikki vóru nóg avgjørdir við at rudda, og so var Mathias totalt seldur, tá skotroynd varð avrættað, áðrenn Jeremic beindi bóltin í tóma málið.

Vónin var, at okkkara tóku sær aðrar lutir fyri eftir stegðin, men var tó lítið sjónligt. Fyri tað nógva kom trýstið frá heimamonnunum, og hjá okkum haltaði miðvøllurin alvorliga aftaná, soleiðis at mest sum allir annan-bóltar endaðu við umstillingsmøguleika hjá vágamonnum.

Seinasta korterið fingu vit tó nakað, sum líktist eini yvirvág. Vertirnir vórðu trýstir langt aftur, men framvegis góvu vit ov nógvar umstillingar burtur, og tað kostaði eisini. Andrias tóktist annars hava tamarhald á støðuni, men Fagarberg vann kortini bóltin, og so rullaði hann út til leysan viðspælara.

Vit fingu tó loksins eitt stig, tá Hannes helt einum innleggi inni, áðrenn Pingel pløkkaði bóltin í netið, men tað kundi ikki fjala veruleikan, sum staðfesti eitt avrik av lakara slagnum, har vit enn eina ferð mistu stig móti liðum, sum vit á pappírinum eiga at knógva.


07 Vestur-B36 2-2 (1-1)

0-1: Sebastian Pingel, 18.

1-1: Predrag Jeremic, 33.

2-1: Albert Theis Nielsen, 83.

2-2: Sebastian Pngel, 89.


B36: Mattias Lamhauge – Benjamin Heinesen, Lukas Enevoldsen, Andrias Eriksen, Alex Mellemgaard – Hákun Edmundsson (Martin Agnarsson, 45.), Mathias Thrane – Sebastian Pingel, Andrass Johanseen, Hannes Agnarsson – Uros Stojanov (Bjarki Nielsn, 69.)

Gult kort: Alex Mellemgaard, Mathias Thrane

コメント


Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page