Hóast vit vóru í yvirtali í 50 minuttir, so vórðu vit mest sum úrlætnir eftir steðgin, tá NSÍ skoraði tvær ferðir
Við Løkin í Runavík hava vit ofta havt truplar uppgávur. Tað var tað so sanniliga eisini hesaferð, men tað er eingin ivi um, at vit gjørdu uppgávuna óneyðuga trupla fyri okkum sjálvar.
Fyrstu løtuna av dystinum var veruligur fjáltur á okkara monnum. NSÍ hevði fleiri vandamiklar støður, men tá teir so skoraðu, var talan um verjuvillu av teimum stóru. Tveir hjá okkum kundu ikki semjast um, hvør skuldi taka bóltin, og so streyk Klæmint avstað. Lukas fekk tacklað bóltin, men ólukkutíð støkk hann beint til Mikkel Elbæk Jakobsen, sum dróg framvið Símun Rógva, áðrenn hann setti bóltin inn.
NSÍ var eisini vandamikið í løtunum eftir hetta, men so tóku vit yvir. Fult og heilt.
Vit javnaðu, tá Benjamin sera hegnisliga setti tveir verjuspælarar av, áðrenn hann skoraði við fløtum skoti, og vit høvdu eisini møguleikarnar til at leggja okkum á odda. Hannes var væl upplagdur í høgru, og fleiri ferðir var heilt vandamikið, men nærri enn eini stórbjarging frá Tórði, tá Ragnar royndi seg, komu vit ikki.
Og burtur úr ongum kom NSÍ aftur á odda. Hesa ferð varð bólturin lagdur innfyri úr teirra høgru, og tá Alex skuldi blokera innleggið, var hann óheppin í beindi bóltin beint inn um nærmasta stólpan.
Vit tóktust framvegis hava takið, og tað gjørdist ikki minni, tá Mourits Heini Mortensen slaktaði Martin tvær ferðir innan fyri ein og sama minutt. Tað gav tvey gul – og harvið reytt, og so skuldi mann hildið, at vit veruliga skuldu seta trýst á.
Tað gjørdu vit eisini seinastu minuttirnar undan steðginum, men eftir steðgin sá tað alt annað enn gott út hjá okkum.
Vertirnir pakkaðu seg kompakt, so vit høvdu trupult við at skapa nakað sum helst, og ístaðin komu fleiri ferðir kontrastøður, tá vit ikki tóktust hava røttu javnvágina á miðvøllinum.
Teir gulu dyrgdu eftir – og fingu - tvey óneyðug fríspørk uttanfyri brotsteigin, og við tað seinna av hesum eydnaðist Petur Knudsen at senda bóltin í netið. Hesa ferð var Benjamin óheppin, tá hann avrættaði skotið, sum Símun Rógvi annars helst hevði tikið. Og tað gjørdist enn verri, tá eitt bólttap uttan fyri NSÍ-brotsteigin endaði við langari kontrarenning, har Jacob Trenskow at enda fekk bóltin og sendi í handara málhorn.
Seinastu løtuna eydnaðist okkum at leggja nakað av trýsti á. Bjarni varð skiftur inn í álopið, og hann var ávegis spælstøð, tá Brian minkaði um munin. Hópin av innleggum komu eisini eftir hetta, men tað munaði ov lítið, og tá Kári av Høvdanum blásti fyri seinastu ferð, stóð framvegis 4-2 á talvuni.
Hetta var fyrsta tapið hjá okkum í ár, og nú skal ferð fáast á stigasavningina, um vit ætla okkum upp á tey stuttligu plássini. Fyrst stendur steypakappingin fyri framman, og har er eingin ivi um, at kravið er ein sigur, tá AB kemur á vitjan.
NSÍ-B36 4-2 (2-1)
1-0: Mikkel Elbæk Jakobsen, 7.
1-1: Benjamin Heinesen, 20.
2-1: sjálvmál, 28.
3-1: Petur Knudsen, 56.
4-1: Jacob Trenskow, 64.
4-2: Brian Jakobsen, 84.
B36: Símun Rógvi Hansen – Benjamin Heinesen, Andrias Eriksen, Lukas Enevoldsen, Alex Mellemgaard – Ragnar Samuelsen, Mathias Thrane – Hannes Agnarsson (Andrass Johansen, 55.), Martin Agnarsson (Bjarni Petersen, 68.), Bjarki Nielsen (Tobias Christense, 58.) – Brian Jakobsen
Gult kort: Mathias Thrane
Comments