top of page

Dan Brimsvík nýggjur høvuðsvenjari

Eftir sjey ára útlegd verður Dan Brimsvík aftur venjari í B36.

B36 og Dan hava gjørt sáttmála, sum ger Dan til høvuðsvenjara okkara til og við 2023

Tað hevur gingið skjótt at seta nýggjan høvuðsvenjara, eftir at tað týsdagin var greitt, at Jákup á Borg gavst í felagnum eftir fýra ár.

Sum partur av langtíðarætlan felagsins hevur B36 fyrr í heyst samráðst við Dan, og ætlanin var, at hann í 2021 skuldi vera høvuðsungdómsvenjari fyri síðani at taka við sum høvuðsvenjari í 2022.

Givnu umstøðurnar gera, at hendan ætlanin nú er framskundað, og Dan tekur í dag við sum høvuðsvenjari. Starvið er fulltíðarstarv.

Dan Brimsvík er 33 ára gamal. Hann hevur áður virkað sum høvuðsungdómsvenjari í B36, og í 2012 og 2013 vandi hann annað lið hjá okkum, sum fyrst flutti upp og síðani endaði á fjórða plássi í 1. deild.

Hann hevur síðani verið í Danmark og nomið sær útbúgving innan ítrótt, umframt at hann hevur virkað sum ungdómsvenjari hjá Hvidovre og Lyngby.

Restina av hesum kappingarárinum verða Símun Joensen og Róaldur Jakobsen hjálparvenjarar. Teir eru báðir væl kendir í felagnum. Hartil hevur felagið gjørt avtalu við danska Frederik Odd Ingerslev, sum verður málmansvenjari hjá okkum.

- Vit eru fegin um, at tað bar til hjá Dan at koma heim til Føroya alt fyri eitt. Og vit eru ikki minni fegin um, at tað soleiðis bar til at framskunda koyriplanin, sum vit annars høvdu lagt, nú Dan skuldi flyta aftur til Føroya, sigur Magni Vatnhamar Mouritsen, formaður í B36.

- Vit hava støðugt sum mál at lyfta felagið, og við Dan høvdu vit longu eina avtalu um fulltíðar starvssetan sum høvuðsungdómsvenjara. Hendan ætlanin er nú framskundað, men hon hevur botn í langtíðarmálunum hjá felagnum. Samstundis eru vit eisini fegin um, at Símun Joensen og Róaldur Jakobsen játtaðu at hjálpa til alt fyri eitt, sigur Magni.

- Eg eri B36’ari, og tí var eingin ivi um, at eitt venjarastarv her var fremsta mál, nú vit flyta aftur til Føroya. Eg havi verið sera spentur upp á nýggju avbjóðingina, og hóast alt hendi heldur brádliga nú, so eri eg til reiðar at átaka mær uppgávuna, sigur Dan Brimsvík, sum kom til landið í gjár.





Comments


Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page