top of page

Hjálparfólkaveitslan verður á ruddingardegnum

Leygardagin 24. februar verður árliga hjálparfólkaveitslan hjá B36. Veitslan verður hesa ferð hildin sama dag, sum arbeiðsdagurin er, so hetta skuldi verið eitt gott høvi hjá nógvu hjálparfólkum okkara at hava ein langan og góðan dag í B36-húsinum.


Hjálparfólkaveitslan er ætlað sum eitt kvøld fyri tykkum mongu, sum so ella so eru við til at stuðla uppundir felagsskapin hjá okkum øllum. Øllum tykkum, sum vaska, baka, selja atgongumerki, hjálpa til við dómarum og til dystir. Ja, einasta kravið er í veruleikanum, at tit hava hjartað heima í sunnara partinum av Gundadali  Og sjálvandi eru makar eisini so hjartaliga væl komin við


Á skránni til veitsluna er góð trý-rættað matskrá við øllum tilhoyrim góður felagssangur og gott lag. Og so verða lutaseðlar sjálvandi eisini seldir.


Tilmelding til veitsluna fer fram hjá Símun Midjord. Annaðhvørt við at ringa á tlf 235340 ella við at senda teldupost á sim@ph.fo.



Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page