top of page

Hava kynt undir Tórsvølli

Veðrið hevur verið avbjóðandi, men við hita undir Tórsvølli skuldi tað verið púrasta vist, at fótbóltur verður spældur sunnudagin



Tað líkist einum braki, tá Víkingur vitjar á Tórsvølli sunnudagin.

Liðið úr Eystur Kommunu er á pappírinum viknað í mun til undanfarin ár, nú bulurin er einamest lokalur og uttan útlendskar profilar, men á vøllinum hava veikleikarnir ikki verið serliga sjónligir.

Teir ljósabláu hava sjey stig eftir fyrstu trý umførini, og tí hava teir longu prógvað, at teir verða fult so truplir at syfta, sum teir aloftast hava verið.

Hjá okkum ræður um at fáa stig – helst trý av slagnum – so vit kunnu tryggja, at vit framvegis eru við í kapprenningini um ovastu plássini.

Veðrið hevur verið avbjóðandi hesa vikuna, og fleiri staðni er ivasamt, um tað er spælandi í morgin. Men í samráð við Tórshavar Kommunu hava B36 og HB tikið avgerð um at tendra fyri ”gólvhitanum” á Tórsvølli, so kuldin ikki verður ein forðing fyri dystinum.


Comments


Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page