Leiguavtalan við danska HIK varð í dag longd til varandi sáttmála. Hannes er nú okkara maður komandi hálvaannað árið
Tað var góður styrkur hjá okkum, tá vit fyri nøkrum vikum síðani gjørdu leiguavtalu við danska HIK um Hannes Agnarsson.
Hannes hevur verið í Danmark seinasta hálva árið, og fyribils staðfesti leiguavtalan, at hon var galdandi fram til endan av juli mánaði.
Í morgun eydnaðist tað okkum og HIK at koma ásamt um at broyta leiguavtaluna til varandi spælaraflyting, nú Hannes hevði ynski um at flyta heimaftur.
Her heima er tað sjálvandi hjá okkum, at hann ynskir at spæla, og tí gekk bæði skjótt og væl at fáa allar lutir upp á pláss í eini avtalu, sum er galdandi til árslok 2023.
Hjartaliga væl afturkomin Hannes.
Comments