top of page

Hannes verður eisini hvítur í 2024

Hannes Agnarsson verður eisini eitt av hóttandi álopsvápnunum hjá Dan Brimsvík í ár.


Hannes hevur skrivað undir sáttmála við B36 fyri kappingarárið 2024.


Ágrýtni og kviki álopsspælarin hevur bara umboðað barndómsfelagið í føroyskum fótbólti.



Hann hevur higartil spælt 155 dystir og skotið 24 mál fyri besta mansliðið. Hann er eisini skrásettur fyri fimm landsdystir fyri Føroyar.


Eitt skifti spældi hann eisini fyri HIK í Danmark.


Hannes verður 25 ár í næstum og fer nú undir sítt níggjunda kappingarár í hvítu troyggjuni.

Comments


Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page