top of page

Hannes er glóðheitur

Hannes Agnarsson kom aftur á máltalvuna í gjár. Hann hevur nú skotið trý mál í ár, og hetta var triði landskappingardysturin upp í slag, at hann var millum málskjúttarnar. Eftir dystin var hann eisini hesaferð kosin dagsins spælari.


Meðan hann drønstútaði tey bæði fyrru málini í Gundadali, so var tað eftir sera gott uppspæl, at hann bara skuldi seta innarasíðuna á í Fuglafirði í gjár. Hannes økti tá til 3-1.

Liðavrikið hevði verið sannførandi fram til ta løtuna, men seinastu 20 minuttirnir vóru torførir, ásannar 25 ára gamli sprelski vongspælarin.


- Tað vísir seg í løtuni, at vit mugu arbeiða sera hart fyri sigrunum, og vit hava torført við at halda fast í góða spælinum, tá ið vit koma á odda. Vit hava lyndi til at fella eitt sindur aftur á vøllin, og samstundis loyva mótstøðuliðnum inn aftur í dystin. Vit vístu kortini sera góðan stríðsvilja og fáa eisini avgerandi málið, sigur hann.


Spælarahópurin er í ávísari broytingartíð í hesum døgum. Magne Hoseth hevur verið til arbeiðis í B36-húsinum í tvær vikur, og hann er í holt við at tillaga spæliskipanina nakað.


- Fyrstu dystirnir og vikurnar saman við Magne hava verið spennandi. Venjingarnar og spælstílurin eru broytt nakað. Tað er kanska ikki so týðiligt á síðulinjuni, men fyri okkum spælarar eru nakrar positiónir, sum hava øðrvísi leiklut nú. Tað skulu vit sjálvandi venja okkum við, men eg haldi, at allir trívast væl við tí, sigur hann.


mynd: sverri egholm/portal.fo


Eftir nakrar hendingaríkar dagar, har menninir vunnu seg í steypafinaluna og síðan fingu fyrsta landskappingarsigurin síðan 13. mai, verður nú farið undir fyrireikingarnar til komandi uppgávuna, sum verður ímóti Skála í Gundadali leygardagin.


- Vit vita, at allir dystirnir eru sera týdningarmiklir, og vit fara sjálvandi á vøllin við fullari megi fyri at vinna dystin. Eg rokni við, at vit fara at vera á bóltinum fyri tað mesta, og tað er av somu orsøk upp til okkum, hvussu dystargongdin verður, sigur hann.


Dystarskráin komandi mánaðin er annars spennandi. Eftir túrin í Klaksvík 4. juli verður farið til Letlands at spæla ímóti FK Auda í evropeisku Conference League kappingini. Vinnur B36 seg víðari, verður mótstøðan Cliftonville FC úr Norðurírlandi. Í hópinum eru teir væl nøgdir við lutakastið.


- Tað er hinvegin trupult at siga júst nú, hvussu sterk tann mótstøðan verður, men vit trúgva undir øllum umstøðum fult og fast uppá, at vit kunnu við góðum avrikum vinna okkum víðari, sigur Hannes Agnarsson.


ÍF - B36 3-4 (1-2)

0-1 Zean Dalugge, 10.

1-1 Jhon Mena, 11.

1-2 Jann Julin Benjaminsen, 24.

1-3 Hannes Agnarsson, 69.

2-3 Uros Stojanov, 76.

3-3 Kasper Sommerstedt, 87.

3-4 Mattias Hellisdal, 91.

B36: Bjarti Mørk - Rói Hansen, Magnus Egilsson, Benjamin Heinesen (Rani í Soylu, 89.), Jann Julin Benjaminsen - Jelle van der Heyden, Michal Przybylski (Símun Sólheim, 78.), Anton Søjberg (Mattias Hellisdal, 68) - Hannes Agnarsson, Zean Dalugge (Gutti Dahl-Olsen, 46.), Marius Kryger Lindh (Bjarki Nielsen, 68.)

Comments


Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page