top of page

Høvuðsmaðurin í tennissigrinum

Bergur Midjord var ofta í hopla, tá ið grannadystir vóru í Gundadali, serliga ta ferðina, at hann skeyt sítt einasta hattrick í bestu deildini.


Hann var í mong ár millum vandamestu álopsspælararnar í føroysku kappingini. 20 ára gamal var Bergur fastur maður á meistaraliðnum hjá Sigfríði Clementsen í 2005, og leiklutin sum vongspælari átti kviki havnarmaðurin við serligu fyrstu nertingini fram til 2010, tá hann fór av landinum í lestrarørindum. Árini 2002 til 2010 spældi hann 162 og skeyt 28 mál fyri B36.


Hann sigur her frá teimum grannadystunum, sum hann minnist best.


- Grannadystirnir høvdu serligan týdning, tí HB var okkara størsti kappingarneyti. Vit kappaðust sum oftast við HB um føroyameistaraheitið. Rivaliseringin merkist týðiliga, tí spælarar og fjepparar kennast sera væl. Grannadystirnir vóru vanliga teir mest intensu, og flest áskoðarar vóru eisini til hesar dystirnar.



- Einstaka grannauppgerðin, sum eg minnist best, er sjálvandi, tá ið vit vunnu 6-0 á HB í 2006. Sjálvur skeyt eg hattrick ta ferðina. Avgerandi og seinasti dysturin í 2005, tá ið vit vunnu 2-1 og vissaðu okkum føroyameistaraheitið, er eisini sera frammaliga í minninum.


- Ein hending, sum eg eisini minnist væl, var í august 2005, tá ið Heine Fernandez var spælandi venjari í HB. Vit vóru aftanfyri 1-0, og teir áttu innkast, tá ið Fernandez rendi albogan í bringuna á mær. Eg hugdi at dómaranum, sum ikki lat við seg koma. Fernandez gav mær ein alboga afturat, men dómarin floytaði heldur ikki ta ferðina. Tá ið hann so sendi albogan í bringuna á mær fyri triðju ferð, tveitti eg meg. Fernandez var vístur av vølli, og tað kom veruliga øði í grindina. Bara tveir minuttir seinni javnaði Óbi til 1-1, sum eisini var endaliga úrslitið.



Í kvøld verður aftur grannastríð í Gundadali. Og tíðin er sanniliga komin at løna teimum reyðu og svørtu grannunum aftur. B36 hevur tapt seinastu fimm ferðirnar fyri HB, og annars ikki vunnið á HB síðan 7. apríl 2019, og tað ætla vit at bøta um í kvøld. Vónandi verður hesin dysturin eisini ein av teimum, sum vit fara at minnast.

Comentários


Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page