Høg verjukempa gjørt sáttmála við B36

B36 hevur gjørt sáttmála við danska verjuleikaran, Lukas Schmedes Enevoldsen, sum kemur úr FC Fredericia í donsku 1. deild


Jeg er super spændt til opgaven og på at møde spillerne og folkene omkring klubben

B36 hevur styrkt seg í miðverjuni. Talan er um 27 ára gamla danan, Lukas Enevoldsen, sum verður lýstur sum ein stórur og sterkur miðverji á 1,92 m.


Lukas Enevoldsen leikti í fjør við 1. deildarfelagnum FC Fredericia.


“Vit hava hugt eftir Enevoldsen í fleiri vikur nú, og fegnist eg um, at B36 hevur fingið hetta í hús. Hann er ein hartarbeiðandi og sterkur miðverji við rætta hugburðinum. Hann er ikki bangin fyri at fara í nærdystirnar, og so er hann ein fínur fýrur eisini. Hann hevði onnur tilboð, men helt at hendan avbjóðingin var tann mest áhugaverda” sigur Dan Brimsvík, høvuðsvenjari hjá B36.


“Først og fremmest glæder jeg glæder mig til at komme til Torshavn og B36. Jeg er super spændt til opgaven og på at møde spillerne og folkene omkring klubben. Så ser jeg bare frem til at komme ud og spille fodbold for klubben !”

Lukas Schmedes Enevoldsen

 

FELAGSTÍÐINDI