top of page

Hákun Edmundsson til B36

Beint áðrenn flytingargluggin stongdi, skrivaðu B36 og Hákun Edmundsson undir sáttmála fyri restina av kappingarárinum


Seinnapartin í dag kom seinasta tilgongdin til hópin hetta kappingarárið, tá Hákun Edmundsson skrivaði undir sáttmála við okkum.

25 ára gamli toftamaðurin hevur verið roknaður sum ein av heilt lovandi spælarunum her á landi, og hann hevur eisini roynt seg uttanlands.

Skaðar argaðu tó eitt sindur, og tí var hann í fjør at síggja hjá ÍF her í Føroyum. Nú verður hann so partur av hópinum hjá okkum, og her vil hann vera við í kappingini um pláss í verjuni og á miðvøllinum.

Sáttmálin við Hákun er í fyrstu syftu galdandi fram til kappingarlok.

Comments


Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page