Fyrrverandi felagshús okkara mátti í dag víkja fyri verkætlanini kring Tórsvøll

Barakkin, sum í drúgt áramál var felagshús okkara, er ikki til longur. Hon varð í dag tikin niður sum partur av heildarætlanini kring Tórsvøll.
Fyrsta B36-húsið kom annars í Gundadal í 1943, og tá varð tað roknað sum stórt framstig, tí nú sluppu menn – kvinnur spældu ikki fótbólt tá – í brúsu eftir venjing og dyst.
Bygt varð seinni upp í húsið, men karmarnir vóru framvegis í minna lagi, og í 1962 byrjaðu menn at grava út fyri nýggjum felagshúsi.
Hetta varð fingið til vega úr Mjørkadali. Meðan Nato-støðin varð bygd, vórðu barakkir brúktar at hýsa rúgvusmikla arbeiðsliðnum, og tað var ein av hesum barakkunum, sum B36 keypti fyri 11.000 krónur á uppboði, tá byggingin í Mjørkadali var av.
Veturin 62/63 var sera kaldur, men kortini gekk skjótt at flyta barakkina oman í Gundadal. Hon varð stykkjað sundur í flakar, sum síðani vórðu skreiddir oman í Gundadal. Alt arbeiðið var sjálvboðið, og tað merkti, at arbeiðið gjarna byrjaði á leið klokkan 18 og helt fram til á midnátt, so hetta ikki órógvaði vanliga arbeiðsdagin.
Men bara ein mánað seinni stóð nýggja húsið klárt, og hetta var vorðið sum frambrot. Ikki minst kom tað væl við, at B36 nú eisini kundi skapa sær inntøkur við at leiga húsið út til dans, veitslur og onnur tiltøk.
Fram til miðskeiðis í 80’unum var barakkin karmur um felagsarbeiðið, men tá varð húsið leigað út til Tórshavnar kommunu, sum skuldi brúka tað til barnagarð. B36 var í trongum skóm og hevði tørv á hvørjum oyra, og tí høvdu vit nú bert endan at ráða yvir, umframt at skiftingarrúmini framvegis vóru okkara. Í 1987 varð avtala gjørd við Fram um at leiga seg inn har, so skiftisumstøðurnar gjørdust betri, og bara trý ár seinni varð farið undir at byggja nýtt felagshús. Hetta stóð klárt seint í 1991, og síðani hevur húsið við Ovara vøll verið karmur um felagsarbeiði okkara.
Kommunan keypti seinni gamla húsið, sum framhaldandi varð nýtt til barnagarð, men fyri fáum árum síðani varð hesin niðurlagdur. Húsið hevur ístaðin verið nýtt sum partur av byggiplássinum við Tórsvøll, og í dag var so sorgblíði dagurin, har maskinurnar settu sínar stóru tenn í tað, sum eina ferð var stoltleikin hjá okkum øllum.
