Kvinnurnar løgdu til brots síðsta vikuskiftið við góðum avriki, sum mundi rokkið til stig ímóti føroyameistarunum úr Klaksvík. Kvinnurnar stríddust væl allan dystin á tamb, og tað lukkaðist eisini at seta KÍ undir so stórt trýst, at klaksvíkskvinnurnar fóru at toyggja tíðina seinastu løtuna.
KÍ vann 2-1. Brá Zakariasardóttir skeyt málið hjá B36.
- Hetta var ein stuttligur dystur at spæla, sigur liðskiparin Elsa Anna Kjartansdóttir Mohr.
- Vit eru harmar um, at vit ikki fingu eitt stig burturúr, tí hetta var ein javnur dystur. Avrikið var gott, og vit høvdu fyrireikað okkum væl. Flestu avtalurnar vóru hildnar, uttan tá málini komu. Soleiðis er fótbóltur. Tú verður revsað, um tú ikki er klár allatíð. Vit fella hinvegin als ikki í fátt. Tvørturímóti. Hetta var ársins fyrsti dystur, og vit kunnu vera nøgdar við avrikið, hóast vit ikki eru nøgdar við úrslitið. Halda vit fram við sama leisti, so sær kappingarárið lovandi út, sigur hon.
Fleiri broytingar hava verið í spælarahópinum í vetur. Talan er nú fyri tað mesta um ungar spælarar uttan tær nógvu royndirnar, men tann ábyrgdin fer ivaleyst at hava við sær, at liðið fer at gera stór framstig sum kappingin líður.
- Arnbjørn Danielsen er ein góður venjari, sum ger tingini upp á sín máta. Kappingarleisturin er broyttur, og málið fyri kappingarárið er í fyrsta lagi at spæla seg í ovara endaspælið. Megna vit tað, so verður næsta málið at fáa heiðursmerki, sigur liðskiparin.
Longu nú er steðgur í landskappingini hjá kvinnum. Kvinnulandsliðið fer um vikuskiftið undir undankappingina til EM. Í kvøld er mótstøðuliðið Grikkaland, og týsdagin spæla tær í Montenegro. Málverjin Valborg Østerø úr B36 er við í ferðalagnum.
Meðan landsliðið er burtur fer kvinnuhópurin at fyrireika seg til komandi uppgávuna, sum verður TB/FCS/Royn í Trongisvági tann 14. apríl.
Comments