Móti uppflytarunum á Dungasandi vunnu vit sannførandi sigur, tá fyrsta umfarið í Betri-deildini 2021 var á skránni
So rullar bólturin aftur á føroysku fótbóltsvøllunum, og fyri okkara viðkomandi var talan um sera góða byrjan, tá vit í fyrsta umfarinum vitjaðu hjá 07 Vestur.
Talan var um dyst av heldur lumpisliga slagnum, tí uppflytarar plaga at hava gott mót – serliga fyrstu umførini av kappingarárinum – og 07 var einki undantak í so máta.
Dysturin var annars bara tveir minuttir gamal, tá vit høvdu fyrsta stóra møguleikan, men ólukkutíð endaði bólturin á lærinum í Silas í 07 Vestur-málinum, tá Pingel toygdi seg fram eftir flata innlegginum frá Benjamin.
Vit sótu á mest sum øllum fyrstu løtuna, og eitt nú høvdu vit seks hornaspørk á rað, men inn tóktist bólturin ikki vilja, og spakuliga fóru vertirnir eisini at bíta frá sær. Spakuliga otaðu teir seg fram á vøllin, og hóast eingin upplagdur møguleiki kom móti okkara máli, so var talan í nøkrum førum um spentar støður. Ikki minst tí vit nakrar ferðir gjørdu óprovokerað mistøk í uppspælinum.
Framvegis vóra tað tó vit, sum høvdu yvirvág, og Martin var um at leggja okkum á odda, tá Tobias sera hengisliga stakk eftir miðásini, men mál kom einki, og so tóktist tað, sum skuldu vit fara málleysir inn til steðgin.
Soleiðis bleiv tó ikki. Vit fanga bóltin eftir innkaststøðu til vertirnar, og so gekk skjótt fyri seg. Tobias sendi Pingel avstað í høgru, og tá hann sendi flatt inn til Bjarka var nýggi maðurin ískaldur og setti kúluna í netið.
Hetta gav okkum neyðuga friðin, og eftir steðgin var ongan tíð nakar ivi um, hvar stigini skuldu fara. Vit høvdu sum so ikki nógv fleiri royndir, enn vit høvdu undan steðginum, men vit góvu púrt einki burtur, og sæð burtur frá eini hampuliga góðari frísparksstøðu, so varð málið hjá Mathias ongan tíð hótt.
Vit royndu í hinum endanum at avgera dystin. Pingel hevði fleiri góðar royndir, og eisini royndi Tobias at liggja framvið.
Eftir 20 minuttum gav trýstið eisini úrslit. Pingel langaði til av brotsteiginum, og tá málverjin hálvbjargaði, sendi Bjarki returin inn til Martin, sum við búkinum stýrdi bóltinum í netið.
Restina av dystinum høvdu vit fult og heilt tamarhald á, og um nakað, so skuld isigurin verið størri, men tað kunnu vit liva við.
Týdningarmest av øllum var, at trý stig komu til høldar í fyrstu royndini, og so eru vit veruliga komnir ígongd. Gaman í bert við 1/27 av samlaða arbeiðinum, men ein góð byrjan er ikki at kimsa at.
07 Vestur-B36 0-2 (0-1)
0-1: Bjarki C. Nielsen, 44.
0-2: Martin Agnarsson, 64.
B36: Mathias Lamhauge – Benjamin Heinesen, Lukas Enevoldsen (Bjarni Petersen, 62.), Andrias Eriksen, Alex Mellemgaard – Magnus Holm Jacobsen, Mathias Thrane – Martin Agnarsson, Tobias Christensen (Hannes Agnarsson, 68.), Bjarki C. Nielsen (Ragnar Samuelsen, 80.) – Sebastian Pingel
Gult kort: Bjarki C. Nielsen, Lukas Enevoldsen
Comments