top of page

Fýra við á U15

Herfyri var føroyska U15-landsliðið úttikið, og landsliðsvenjarin Jógvan Martin Olsen og hjálparvenjarin Jens Erik Rasmussen hava fýra spælarar úr B36 við í hópinum, sum í hesum døgum luttekur í EfB Elite Cup 2024 í Esbjerg.


18 spælarar eru í hópinum í alt, og felags fyri teir allar er, at hetta er fyrstu ferð, at teir sleppa

at umboða Føroyar í landsliðshøpi.


Teir fýra úr B36 eru Carl Christian Codron, Mattias Høgnason Viderø, Tóki Bárðarson Dahl og Sveinur Høgnason Vesturdal.


Ferðalagið fór úr Vágum mánadagin og verður aftur í Føroyum leygardagin.


U15-landsliðið hevur seinastu mongu árini verið við í EfB Elite Cup í Esbjerg í Danmark. Tað er ein fótbóltsstevna, har føroyska liðið fær møguleikan at royna sg ímóti klubbliðum úr Danmark, Noregi, Svøríki og Týsklandi.



Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page