top of page

Fýra av okkara tikið venjaraútbúgving

Fýra kvinnur úr B36 vóru millum tær nítjan, sum um vikuskiftið fingu venjaraprógv frá FSF



Tað var ein søguligur dagur fyri føroyska venjarútbúgving, tá prógvhandan var á skránni leygarkvøldið.

Ikki færri enn 19 kvinnuligir venjarar fingu tá prógvið fyri, at tær hava verið gjøgnum sonevndu venjaraleiðina, har tær hava tikið bæði B2 og B3-skeiðið.

Átakið byrjaði við einum vikuskifti í februar, og síðani hava luttakararnir eisini verið savnaðar um mánaðarskiftið apríl/mai og so aftur nú, fyrst í september. Í samband við hetta seinasta modulið, hava dystir og venjing hjá A-landsliðnum við monnum verið ein partur av undirvísingartilfarinum, og hesum hava luttakararnir latið sera væl at.

– Tað er ikki bara søguligt í føroyskum høpi, tí okkara norðurlendsku grannar hava eisini verið bergtiknir, tá vit hava greitt teimum frá átakinum, tí hini londini hava eisini stórar avbjóðingar við at fáa kvinnur at taka venjaraútbúgvingar. Nú kunnu vit so staðfesta, at hetta átakið hevur eydnast væl, og kvinnur onga orsøk hava til at halda seg aftur, sigur Pætur Clementsen, tekniskur stjóri hjá FSF.

Millum tær nítjan, ið hava tikið venjaraleiðina, eru fýra úr B36. Tær eru Andrea Bergitta Isaksen, Arnbjørg Danielsen, Súsanna Maria Hansen og Rakul Maria Johannesen.




Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page