Tá norski Magne Hoseth skrivaði undir sáttmála sum høvuðsvenjari í síðstu viku, var tað
samstundis fyrstu ferð í sløk 21 ár, at B36 hevur útlendskan høvuðsvenjara.
Seinast var í 2003. Rumenski Ion Geolgau hevði ábyrgdina av besta mansliðnum tað árið, og tað lukkaðist eisini honum og hópinum at vinna steypakappingina. Árini frammanundan hevði hann verið venjari í HB við góðum úrslitum. Eftir árini í Føroyum fór hann til Íslands at vera venjari hjá Fram í Reykjavík, sum eisini var hansara seinasta arbeiðsuppgáva sum høvuðsvenjari. Seinastu tjúgu árini hevur hann millum annað verið ítróttastjóri í barndómsfelagnum Universitatea Craiova, og í nøkur ár arbeiddi hann sum fótbóltsgreinari fyri rumenska landsliðið.
Seinast B36 hevði útlendskan høvuðsvenjara var í 2003. Tá var rumenski Ion Geolgau venjari.
Seinastu tretivu árini hava fleiri høvuðsvenjarar framt søgulig úrslit í B36. Í 1997 vann tiltikni
serbiski Tomislav Sivic fyrsta meistaraheitið felagsins í 35 ár við undirhaldandi og málsøknum fótbóltsspæli, og fýra ár seinni var B36 fyri fyrstu og higartil einastu ferð greipuvinnarar við pólska Piotr Krakowski á síðulinjuni.
Í 2005 vann Sigfríður Clementsen føroyameistaraheitið við B36, og tað var eisini eitt bragd, at besta mansliðið sama ár spældi seg á fyrsta sinni víðari í evropeiskari kapping.
Mikkjal Thomassen (2011), Sámal Erik Hentze (2014), og Eyðun Klakstein (2015) vunnu
føroyameistaraheitið sum venjarar, og Jákup á Borg (2018) og Dan Brimsvík (2021) vunnu
steypakappingina. Hesir báðir seinastu hava eisini góð evropeisk úrslit at vísa á.
Venjarar í B36 seinastu 30 árini:
1994 Páll Guðlaugsson og Wieslaw Zakrzewski
1995 Petur Simonsen
1996 Jógvan Norðbúð
1997-99 Tomislav Sivic
2000 Per Olov Andersson
2000-02 Piotr Krakowski
2003 Ion Geolgau
2004 Jóannes Jakobsen
2005-06 Sigfríður Clementsen
2007 Kurt Mørkøre
2008 Heðin Askham
2009 Mikkjal Thomassen
2010 Sigfríður Clementsen og Allan Mørkøre
2011-13 Mikkjal Thomassen
2014 Sámal Erik Hentze
2015-16 Eyðun Klakstein
2017-20 Jákup á Borg
2020-24 Dan Brimsvík
2024- Magne Hoseth
Tomislav Sivic royndist eisini væl í B36. Hann er nú venjari hjá Zeleznicar Pancevo í bestu
serbisku deildini.
Comments