top of page

Forkvinnan: Errin av góðu avrikunum í Evropa

Forkvinnan Marita Debess Magnussen hevði sigursæl báðar hendurnar á lofti eftir strígnu og møtimiklu uppgávuna í Cardiff hóskvøldið. Har hevði hon sitið sum á nálum saman við hinum mongu viðhaldsfólkunum í B36-húsinum, meðan soldátarnir hjá Dan stríddust á walisiska hermótinum.


- Eg má ásanna, at tað er øðrvísi at hyggja eftir dystunum sum forkvinna. Tað er við ringum nervum, tí atlitini eru nøkur onnur.


- Eg var fullvís í sigrinum, tá Jann sendi brotssparkið í netið. Tað var eisini einanstandi at uppliva gleðisrópini og sigurssæluna í B36-húsinum, tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð, sigur hon.


Hon ásannar, at B36 hevði aftur hesaferð trupult við at fáa glið á álopsspælið, tí mótstøðumenninir úr Haverfordwest vóru stinnir í verjuspælinum. Neyðuga úrslitið kom kortini til høldar, og av tí sama er rættur fótbóltsfepur í B36-húsinum í hesum døgum.



- Góðu úrslitini í Evropa styrkja samanhaldið enn meira. Tað var aftur sjón fyri søgn í gjárkvøldið, tá húsið var fult av viðhaldsfólki, sum sótu saman og róptu á menninar. Har var aftur staðfest, at vit hava ein góðan og sunnan felagsskap í B36. Allastaðni eru nógv góð fólk, sum gera húsið til eitt frálíkt og heimligt stað at vera. Við úrslitum sum hesum verður hýrurin uppaftur betur, og vit eru errin av avrikunum, sigur forkvinnan.


Evropeisku uppgávurnar seta kortini øðrvísi treytir. Nógv er á skránni. Ferðingin og fyriskipanin av dystum krevur nógva orku og tíð, so nevndin hevur havt nógv at gera í summar.


- Tað krevur, at øll taka eitt tak, og ein størri partur av frítíðini fer eisini til fyrireiking og ferðing. Ikki tí, tað eru vit von við. Ein felagsskapur sum B36 krevur nógv av nevndini, og fyri meg persónliga er hetta bæði stuttligt og læruríkt. Eg eri heppin at vera partur av hesum sterka felagsskapinum, og tað vildi eg ikki verið fyriuttan.


Góðu úrslitini muna eisini væl fíggjarliga. Higartil eru okkurt um 6,2 milliónir krónur komnar burturúr evropeiska ævintýrinum í summar. Havast skal kortini í huga, at útreiðslur sum ferðing, uppihald og annað skulu dragast frá. Forkvinnan staðfestir undir øllum at umstøðum, at fíggjarstøðan er góð, óansæð úrslitini í evropeisku kappingum.


- B36 hevur verið eitt væl rikið felag í nógv ár. Hetta gevur okkum kortini ein fíggjarligan undanvind, sum fer at lætta um okkara arbeiði, og tað gevur okkum eisini møguleikan at droyma størri, sigur Marita Debess Magnussen.

댓글


Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page