Aftur mikudagin savnaðust fólk í B36-húsinum fyri at stuðla okkum monnum, sum spældu fyrru hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið.
Úrslitið var eitt vónbrot. B36 var á bóltinum fyri tað mesta, men heimaliðið vardi væl og fekk brotsspark og sigursmálið í evstu løtu.
Ósigurin við Stórá kom sjálvandi dátt við, men framvegis er góður møguleiki at spæla seg í steypafinaluna. Mikukvøldið 19. juni skulu vit hava eina tiltrongda endurreisn, tá seinna hálvfinalan skal spælast í Gundadali.
Stuðulin úr B36-húsinum fløvar serliga væl í tíðum sum hesum, har besta mansliðið er í andróðri. Sterkasta amboðið í slíkum støðum er altíð at samanhaldið, og tað er bara spurningur um tíð, áðrenn rákið fer at venda.
TB - B36 1-0 (0-0)
B36: Silas Eyðsteinsson - Jann Benjaminsen, Símun Sólheim, Thomas Lillo, Rói Hansen (Lukas Giesing, 76.) - Rani í Soylu (Marius Kryger Lindh, 46.), Michal Przybilski, Anton Søjberg - Hannes Agnarsson (Jelle van der Heyden, 47.), Gutti Dahl-Olsen (Zean Dalugge, 62.), Bjarki Nielsen (Tobias Hansen, 85.)
Comments