top of page

Finala leygardagin!

Vit hølvaðu Víking ígjøgnum, og so eru vit til reiðar til finaludystin, sum verður móti NSÍ komandi leygardag



Vit kendu treytirnar, tá vit í kvøld tóku ímóti Víkingi. Vit skuldu skora – helst tvær ferðir – og so ráddi um at halda gestunum frá fatinum.

Og vit kunnu alt fyri eitt avdúka, at vit hildu setningin. Við einum tryggum 3-0 sigri komu vit logandi trygt í finaluna, og tað var eisini fult uppiborið.

Tað gekk eitt sindur javnt á fyrstu løtuna á vøllinum, men tað tóktist tíðliga greitt, at vit høvdu størra broddin í álopspartinum. Líkasum at vildu vit tað eitt lítið sindur meira, meðan gestirnir heldur vildu dúva upp á kontraspæl, nú teir kortini vóru á odda.

Eina løtu hildu vit øll ondini, tá Pingel meiddi sær fótin, men tvørur er hann sum fáur, og tíbetur megnaði hann at halda fram, hóast hann haltaði nakað.

Tí júst Pingel var maðurin, sum stútaði okkum framum. Vit hildu flestøll, at vit áttu brotsspark, tá Bjarki var í nærdysti við málverjan, men dómarin valdi tó at døma horna. Tað løgdu Alex og Pingel tó einki í, og so stóð 1-0.

Ikki so øgiliga nógv seinni stóð 2-0 á talvuni, og hesa ferð var talan um framúr smáspæl í høgru, har gestaverjan varð tagað sundur, áðrenn bólturin varð lagdur út til Thrane, sum setti hann trygt í netið.

Hesa løtuna tóktust gestirnir heilt ørkymlaðir, og vit høvdu fleiri góðar støður. Tann besta av øllum var, tá Troleis peikaði í 11-meturin, eftir at Bjarki við framúr einmansavriki vann okkum brotsspark. Alex plagar at vera tryggur, men hesa sendi hann málverjan ein veg og bóltin uppum, og so máttu vit sita á pínubeinkinum eina løtu afturat.

Gestirnir hóttu nevnliga eitt sindur seinastu løtuna undan steðginum, og eina løtu í seinna hálvleiki høvdu teir eitt veruligt trýst. Men í Bjarna og Lukas høvdu vit tveir krútsterkar miðverjar, og tá bólturin ta einu ferðina varð stungin inn um teir, kom Hans Jørgensen – sum vardi málið fyri skadda Mattias – væl út og bjargaði royndini frá leysa Sølva Vatnhamar.

Gestirnir royndu at trýsta meira, men tað gav eisini pláss til okkara menn. Einar tvær ferðir hóttu vit, og at enda gav hetta úrslit. Hannes setti ferð á, og júst í røttu løtuni slepti hann inn um til Pingel, sum rundaði málverjan, áðrenn hann úr spískum sendi leðurkúluna inn um til forloysandi 3-0.

Tað var líkasum tað, og eftir hetta megnaðu gestirnir ongan tíð veruliga at trýsta okkum. Teir royndu við longum sendingum, men tað var akkurát matur fyri Bjarna og Lukas, og so stóð støðan við.

Tað merkir, at vit eru partur av finaluni, sum verður á Tórsvølli komandi leygardag klokkan 16.


B36-Víkingur 3-0 (2-0)

B36 víðari við samanlagt 3-1

1-0: Sebastian Pingel, 7.

2-0: Mathias Thrane, 26.

3-0: Sebastian Pingel, 82.


B36: Hans Jørgensen – Benjamin Heinesen, Bjarni Petersen, Lukas Enevoldsen, Alex Mellemgaard – Magnus Holm Jacobsen (Andrias Eriksen, 88.), Mathias Thrane – Hannes Agnarsson, Andrass Johansen (Ragnar Samuelsen, 73.), Bjarki Nielsen – Sebastian Pingel (Martin Agnarsson, 86.)



Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page