top of page

Feiraði sáttmálan við manér


Undan dagsins dysti skrivaði Rani Berg í Soylu undir nýggjan sáttmála við B36 - og tað varð hátíðarhildið beint eftir bókini


Rani hevur í fleiri ár víst, at hann er ein framtiðar maður hjá okkum, og hann hevur eisini havt sáttmála seinastu tvey árini. í dag varð nýggjur sáttmáli skrivaðu við evnaríka framrættaða spælaran, og tá Dan Brimsvík seint í dagsins dysti takkaði fyri hetta við at geva Rana fyrstu minuttirnar av Betri-fótbólti, takkaði hann fyri alt fyri eitt.

15 sekund seinni hevði hann nevnliga sent bóltin í meskarnar, og so kundu bæði vit og Rani fegnast. Hjartaliga til lukku við sáttmálanum, Rani. Og sjálvandi eisin til lukku við bæði debut og máli :)

Commentaires


Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page