Fótbóltur, summar og pylsur

Grillin verður tendrað í kvøld, so til ber at keypa sær pylsur aftur við einum góðum fótbóltsdysti

Klokkan 19 í kvøld bríkslar Alex Troleis dystin millum B36 og KÍ í gongd. Men longu klokkan 18 er grillin tendrað í B36-húsinum. Vónandi heldur fagra summarveðrið sær, og fyri at fáa ordiligan stadion-stemning, nú vit aftur spæla heimadyst á Ovara vølli, verður grillin tendrað. Og so er bert eftir at vóna, at vit fáa ein undirhaldandi og spennandi fótbóltsdyst á vøllinum.

 

FELAGSTÍÐINDI