Trý stig komu afturat í stigaposan seinnapartin, og tað gevur fulla úrtøku fyri teir fyrstu tríggjar landskappingardystirnar. Liðskiparin Jann Julin Benjaminsen er av góðum grundum fegin um sannførandi avrikini higartil.
- Úrslitini siga, at vit hava megnað at lagt afturat tí, sum vit fóru undir í fjør, og tað ger góðan mun, at vit hava fingið nakrar svangar spælarar í hópin í vetur. Samansetingin í venjaratoyminum riggar eisini avbera væl, so hetta er ein góð og sterk eind, heldur hann.
- Mongu viðhaldsfólkini hava eisini rós og tøkk uppiborið. Tey hava stuðlað okkum sera væl hesar fyrstu vikurnar, og vit vóna, at stuðulin verður tann sami frameftir, tí tað hevur stóran týdning fyri okkum, sigur hann.
Fortreytirnar undir Mýruhjalla broyttust nakað, tá ið Thomas Lillo fekk sítt seinna gula kort og var vístur av vøllinum. Liðskiparin varnaðist ikki reiðiliga, hvat fór fram, og hann hevur av tí sama heldur ongan hug at viðmerkja støðuna. Tað undraði hann kortini, at dómarin ikki bríkslaði fyri frísparki, tá ið Magnus Egilsson var koyrdur um koll, áðrenn Skála fór í mótálop, og hin støðan íkom.
- Undir øllum umstøðum, so megnaðu vit sum lið at umskipa okkum og tillaga okkum støðuna, sigur hann.
Í vetur fekk Jann Julin Benjaminsen ábyrgdina at vera liðskipari. Tað kom óvart á hann, at venjaratoymið bað hann taka uppgávuna á seg, men Jann ivaðist ikki í at taka av.
- At bera liðskiparabandið í einum so stórum felag sum B36 er sera stórt, og eg eri sera eyðmjúkur um at hava fingið ta ábyrgdina, sigur hann.
- Eg havi altíð miðað eftir at havt nøkur ábyrgdarfull virði sum persónur bæði á vøllinum og uttanfyri vøllin, og eg rokni við, at venjaratoymið hevði lagt tað til merkis. Hendan einstaka ábyrgdin er stór, men kanska ikki púra fremmand, tí eg havi sum fótbóltsspælari altíð eftir førimuni roynt at verið ein leiðari, hóast eg ikki havi havt liðskiparabandið. Vit hava eitt sera gott og sterkt liðskiparatoymi við fleiri góðum persónligheitum, og mín hugsan er eisini, at vit skulu allir royna at taka ábyrgd, so vit onkursvegna vera 11 liðskiparar á vøllinum, sum virka í einari eind, sigur Jann Julin Benjaminsen.
Skála - B36 1-4 (0-2)
0-1 Bjarki Nielsen, 22.
0-2 Zean Dalügge, 39.
0-3 Marius Kryger Lindh, 47.
1-3 Carlos Ferreira, 79.
1-4 Gutti Dahl-Olsen, 96.
B36: Bjarti Vitalis Mørk - Símun Sólheim, Thomas Lillo, Vilmer Ronnberg, Jann Benjaminsen - Mattias Hellisdal, Magnus Egilsson (Andrias Eriksen, 67.), Anton Søjberg - Marius Kryger Lindh (Gutti Dahl Olsen, 86.), Zean Dalügge (Andrass Johansen, 67.), Bjarki Nielsen
Comments