top of page

Emma ferðast eftir upplivingum

Tað var við nógvum og fjølbroyttum fótbóltsupplivingum í viðførinum, at Emma Lind Simonsen flutti til B36 og Føroya í februar í ár.


Hon fekk sína fótbóltsuppaling í danska AaB. Fyri tveimum árum síðan spældi hon á skúlaliðnum SIUE Cougars í USA, og flutti síðan aftur í barndómsfelagið, har liðfelagarnir og hon flutti niður úr bestu deildini í fjør.


Hugurin at fara burtur í onnur lond at royna seg var framvegis góður, og umvegis ein av sínum fyrrverandi venjarum kom hon í vetur í samband við Arnbjørn Danielsen, sum var farin undir at fyrireika kvinnurnar til hetta kappingarárið.


- Vit fingu nakrar royndarvenjingar í lag, og eftir vitjanina í Gundadali í januar var eg sannførd um, at hetta var ein sera góður møguleiki. Persónliga er hetta ein stórsligin uppliving, og tað er eisini ein spennandi uppgáva at vera við til at menna eitt lið við

stórum potentiali, sigur Emma, sum eisini var takksom fyri góðu móttøkuna, sum hon fekk frá viðspælarunum og øðrum fólki í felagnum.


20 ára gamla Emma hevur verið ein av stuðulsspælarunum higartil. Hon hevur stýrt verjuspælinum við hepnari hond, og hennara góðu bóltførleikar hava eisini tænt liðnum væl.


- Eg kom skjótt upp á pláss og trívist sera væl bæði á vøllinum og uttanfyri vøllin. Eg havi eisini í nøkrum førum verið úti í føroysku náttúruni, sum hava verið minnisríkar upplivingar, sigur hon.



Kvinnuhópurin er fyri tað mesta ungur og óroyndur í ár, og høvuðsvenjarin Arnbjørn Danielsen hevur sagt, at arbeitt verður í fyrsta umfari við at betra tekniska partin og leikferðina hjá nærløgdu og forvitnu spælarunum. Sjálv ivast Emma ikki í, at tær fara at menna seg sum eind og einstaklingar, sum kappingin gongur.


- Her eru fleiri ungir spælarar, sum av góðum grundum ikki hava stórvegis royndir, men tað ger eisini, at spælararnir fáa møguleikan og noyðast at taka ábyrgd. Vit arbeiða í fyrstu syftu fram ímóti at vinna okkum upp millum fýra tey fremstu liðini, so vit kunnu spæla við, har tað er stuttligt, tá ið kappingin verður býtt í tvey seinni í ár, sigur hon.


- Mín persónligi fótbóltsdreymur er fyrst og fremst støðugt at menna mínar førleikar, og samstundis fáa nógvar ríkar upplivingar. Tað, sum er mest umráðandi, er sjálvandi at halda fast í sjálvari spæligleðini, sigur hon.


Kvinnuliðið hevur higartil greitt sína skyldu í teimum dystunum, sum skulu vinnast, men tær hava enn til góðar at vinna stig frá teimum ovastu liðunum. Tær fáa aftur møguleikan í morgin, tá Víkingur vitjar í Gundadali.

Comments


Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page