top of page

Eingin ivi

Laka úrtøkan í 8. umfari varð ruddiliga hevnd, tá vit í dag vunnu stórsigur í Fløtugerði



Tá vit fyri 11 døgum síðani spældu javnleik móti ÍF, komst hetta ikki minst av stóru gávunum, sum vit góvu gestunum á degnum.

Tí var tað eisini eitt sera uppsett B36-lið, sum fór á vøllin í Fuglafirði í dag, og frá fyrsta bríksli trýstu vit heimamenninar langt oman á vøllin. Vertirnir mest sum stóðu við 6-8 monnum í egnum brotsteigi, men hesa ferð sluppu teir ikki at gera tað órevsaðir.

Eftir bara níggju minuttum var tað hesa ferð ÍF-verjan, sum var í gávuhýri. Bjarki fangaði sending millum miðverjarnar, og einsamallur við málverjanum var hann kaldur og rundaði seinasta skansan, áðrenn hann rullaði í tóma málið.

Og bara tríggjar minuttir seinni øktu vit um leiðsluna. Tá lið stendur somikið djúpt, eru hyggjuráðini ofta at royna seg við skotum útifrá, og tað var júst tað, sum Magnus gjørdi, tá hann smekkaði bóltin flatt niður við stólparótina.

ÍF hevði ein einstakan møguleika at skapa spenning í dystin, men tá hevði Mattias eina kanón-bjarging, og ístaðin kundi Andrass dygst undan steðgin økja til 3-0, tá hann avsluttaði gott álop, har Mathias og Tobias spældu smátt og væl, áðrenn Andrass snaraði verjuspælara vekk og langaði til.

Eftir steðgin var spenningurin eingin, men vit hildu á við málsøknum spæli. Størstu møguleikarnir komu tó tær ferðirnar, tá ÍF royndi at ota seg niðaneftir, og har vit kontraðu. Tað var júst eftir slíka støðu, at Benjamin økti til 4-0 við vøkrum fluktara, og aðrar líknandi støður kundu avgjørt givið okkum enn fleiri mál.

Tað gjørdist Tobias, sum endaði málveitsluna, tá hann var tryggur úr 11 metrum, eftir at Bjarki varð feldur, tá Bárður við høvdinum spældi millum tveir verjuspælarar.

Fimm mál til okkum og einki ímóti kemur sjálvsagt undir bólkin, sum eitur góðtikið. Longu sunnudagin er aftur dystur á skránni, tá 07 Vestur kemur á vitjan. Tá eigur uppskriftin at vera tann sama, soleiðis at vit við skjótum spæli kunnu skapa neyðugu møguleikarnar til sigurin.


ÍF-B36 0-5 (0-3)

0-1: Bjarki C. Nielsen, 10.

0-2: Magnus H. Jacobsen, 12.

0-3: Andrass Johansen, 45.

0-4: Benjamin Heinesen, 59.

0-5: Tobias H. Christensen, 72.


B36: Mattias H. Lamhauge – Benjamin Heinesen, Andrias Eriksen (Lukas Enevoldsen, 77.), Bjarni Petersen, Alex Mellemgaard (Ragnar Samuelsen, 14.) – Magnus H. Jacobsen, Mathias Thrane (Bárður Olsen, 61.) – Martin Agnarsson, Tobias H. Christensen, Bjarki C. Nielsen – Andrass Johansen

Gult kort: Magnus H. Jacobsen, Bjarki C. Nielsen



コメント


Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page