Vegna korona tilmælini, so er gjørt av, at B36 tíverri ikki kann halda stóra limadagin fyri børunum, eins og undanfarin ár. Í ár kunnu foreldrini og børnini koma í B36 húsið at avgreiða limagjaldið 2.- 3. Mars frá kl. 16-20 báðar dagarnar. Kaffi verður á kannuni og okkurt er til børnini. Og øll børn, sum avgreiða limagjaldið í viku 9 fáa eisini limablusuna 2021 Feløgini hava nýggja limaskipan via FSF og tí er tað umráðandi, at vit tryggja okkum, at allir limir fáa skrásett seg í hesari limaskipan.
top of page
bottom of page
Comments