top of page

Ein hálvleikur var nokk



Fyrstu trý korterini sá alt annað enn gott út, men tíbetur vaknaðu okkara menn eftir steðgin. Talan gjørdist tí at enda um trý uppiborin stig


Dysturin í kvøld var ein av teimum, sum eiga at vinnast. Hóast 07 Vestur tykist vera í áhaldandi menning, so var talan framvegis um ein av hesum dystunum, sum eiga at geva trý stig, og kanska var tað vissan um hetta, sum doyvdi okkara menn eitt sindur.

Undan steðginum var í øllum førum ikki nógv, sum bar til. Vit høvdu ein góðan møguleika heilt tíðliga í dystinum, men sæð burtur frá hesum, so skaptu vit millum lítið og einki, og hinvegin tóktust gestirnir bara at gerast djarvari og naskari, sum minuttinir gingu.

Tað gekk eisini galið at enda. Eftir honasparksstøðu megnaðu vit ikki at sleppa undan trýstinum, og tá bólturin varð sendur innfyri fyri triðju ferð, slapp Daniel Obbekjær púra ótarnaður at stúta í netið, hóast verjuspælari stóð beint við.

Eitt var, at vit vóru aftanfyri í steðginum. Annað var, at tað var ikki meira, enn vit høvdu uppiborið, og tí skuldu aðrir bollar latast útí, um vit skuldu formáa okkum nakað. Og soleiðis bleiv tíbetur eisini.

Fyrstu lítlu løtuna eftir steðgin var hampuliga javnt, men so líðandi vunnu vit okkum eitt trýst, og hetta bara øktist. Tvær reisur bjargaðu gestirnir á málstrikuni, men eftir 20 minuttir bragdaði. Hvat føroyska umsetingin av “towering header” er, vita vit ikki heilt. Men tað var júst ein slíkur, sum Isak stútaði í netið, tá hann var so nógv hægstur og drønstútaði horna frá Jann í netið.

Og so gekk skjótt. Michal varð skiftur inn, og fyrstu ferð hann nart við bóltin fekk hann sett ferð á mótálop. Bólturin varð stungin út til Bjarka, og so var Benjamin á rætta staðnum at beina innleggið í netið.

Løtu seinni átti Benjamin góða skotroynd, har Michael rullaði returin inn, og so tóktist alt leyst og liðugt. Tað var í øllum førum trupult síggja nakran veg aftur hjá gestunum, men kortini mundi tað óhugsandi hent.

Oddur Petersen minkaði um munin eftir frísparksframlegging, tá klokkan var farin um teir 90 minuttirnar, og so var tað eisini um reppið, at teir javnaðu, tá nærum 94 minuttir vóru farnir.

Alt í alt var talan um uppibornan sigur. Og í okkara góðu løtu av dystinum vóru vit so greitt betra liðið. Hinvegin var talan eisini um áminning um, at ein fótbóltsdystur altso skal spælast í 90 minuttir pluss tað leysa, og tað hava vit vónandi lært nakað av.


B36-07 Vestur 3-2 (0-1)

0-1: Daniel Obbekjær, 32.

1-1: Isak Jonsson, 67.

2-1: Benjamin Heinesen, 73.

3-1: Michal Przybylski, 79.

3-2: Oddur Petersen


B36: Mattias Lamhauge – Jann Benjaminsen, Isak Jonsson, Sonni Ragnar Nattestad (Símun Sólheim, 60.), Magnus Egilsson – Eli F. Nielsen (Erlendur Magnusson, 60.), Andrass Johansen (Michal Przybylski, 72.) – Taufee Skandari, Aron Knudsen, Bjarki Nielsen (Andrias Eriksen, 85.) – Valerijs Sabala (Benjamin Heinesen, 60.)

Gult kort: Eli F. Nielsen, Bjarki Nielsen



Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page