top of page

Double-up við Løkin


Aðru ferð á rað vunnu vit útidyst móti NSÍ. 4-1 varð úrslitið í 1/8-finaluni í steypakappingini


Tað var við góðum vónum, at vit fóru til Løkin í dag. Sunnudagin vístu okkara menn, at teir væl duga at vinna ein fótbóltsdyst, og tað gekk heldur ikki long tíð, áðrenn vit settu okkum á dystin hesaferð.

Gaman í høvdu vertirnir eina einstaka vandamikla roynd um miðjan fyrra hálvleik, men annars sótu vit á tí mesta. Vit skuldu eisini skorað, tá Andrass gjørdist blankur eftir verjumistak hjá NSÍ, men tað skuldi tíbetur vísa seg, at Andrass bøtti um skaðan seinni.

Leiðslumálið mátti tí bíða eina løtu, og tá tað kom, var Brian aftur rætti maðurin á rætta stað. Hesa ferð fekk Michael væl fatur á einum bólti, sum tóktist fara útav, og tá hann legði innfyri, sendi Brian leðuri í meskarnar.

Bara ein minutt seinni kundu vit aftur fegnast. Hesa ferð varð NSÍ-verjan tagað sundur og saman, og tá Bjarki at enda legði útfrá, sendi Andrass bóltin í netið.

NSÍ minkaði um munin lítla løtu seinni, og so vars penningurin aftur stórur, men nú gjørdist sjónligt, hvat sjálvsálitið hevur at siga.

Sunnudagin høvdu okkara menn hug at bakka í egnan brotsteig, tá teir skuldu verja leiðsluna, men hesa ferð spældu vit allan dystin á tamb.

Seinna hálvleik áttu vit allan, sum hann var. Brian økti til 3-1, tá hann stútaði framúr innlegg frá Bjarka úr høgru, og tá tað gjørdist 4-1, var Bjarki aftur upp á spæl – hesaferð út vinstru, áðrenn Andrass við knænum fekk trýst bóltin inn.

Leikliga var talan um gott avrik frá okkara monnum. Vertirnir høvdu í seinna hálvleiki hug at fremja dekan ov nógvar ónollur, sum alt ov sjáldan vórðu hóskandi revsaðar, men okkara menn lótu seg ongan tíð provokera, men koyrdu dystin heim. Og um nakað, so kundi sigurin verið størri.


NSÍ-B36 1-4 (1-2)

0-1: Brian Jakobsen, 31.

0-2: Andrass Johansen, 33.

1-2: Pætur Hentze, 35.

1-3: Brian Jakobsen, 58.

1-4: Andrass Johansen, 64

Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page