top of page

Dekan ov spennandi

Vit vóru greitt betra liðið, men eftir at EB/Streymur minkaði um munin móti dystarenda, fingu nervarnir eitt sindur eyka á Eiði



B36 er í hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið. Tað er greiðasta niðurstøðan, eftir at vit í dag vunnu 3-2 á útivølli móti EB/Streymi.

Sigurin kann eingin seta ein fingur á, tí gjøgnum at kalla allan dystin var tað so, at vit høvdu leikligu yvirvágina.

Fyrstu 20 minuttirnar var talan um at kalla eitt langt álop. Eina ferð kom mótstøðumaður tó í góða støðu, men hann fekk ikki skot á, og so var tann vandin av.

Hjá okkum bíðaðu vit kanska eftir stóra møguleikanum, men góðu støðurnar vóru nógvar, og bólturin ferðaðist stútt og støðugt kring EB/S-brotsteigin.

Andrass fekk hol á, tá hann sneiddi seg leysan av mótstøðumanni, áðrenn hann sendi í netið, men armarnir vóru ikki meira enn komnir niður, áðrenn EB/Streymur javnaði í bara aðru royndini, sum teir høvdu móti okkum.

Lítli skelkurin tók nakað av broddinum av okkara monnum, og fyrstu løtuna eftir skelkin vóru vit ikki heilt so sannførandi.

Men hetta broyttist á tímanum, og so var aftur talan um cruise-kontrol. Bjarki var tvær ferðir á blettinum. Fyrst tá Hannes hegnisliga stakk innum, áðrenn Bjarki sendi inn um nærmara stólpa, og aðru ferð, tá Hugin rann seg leysan, men sendi í stólparótina, áðrenn Bjarki setti returin í meskarnar.

So tóktist alt leyst og liðugt, men eitt sindur av spenningi kom í. Arnbjørn Hansen vísti, at hann framvegis er ein vandamikil harri, og so gjørdist talan um langar bóltar móti okkara máli teir fýra yvirtíðarminuttirnar, men meira enn næstan gjørdist talan ikki um, áðrenn Rúni Gaardbo bríkslaði av.


EB/Streymur-B36 2-3 (1-1)

0-1: Andrass Johansen, 22.

1-1: Niklas Kruse, 24.

1-2: Bjarki Nielsen, 65.

1-3: Bjarki Nielsen, 86.

2-3: Arnbjørn Hansen, 90.


B36: Mattias Lamhauge – Ragnar Samuelsen, Lukas Enevoldsen (Andrias Eriksen, 87.), Bjarni Petersen, Alex Mellemgaard – Magnus Holm Jacobsen, Mathias Thrane – Hannes Agnarsson, Tobias Christensen (Hugin Samuelsen, 71.), Bjarki Nielsen – Andrass Johansen (Martin Agnarsson, 33.)

Gult kort: Bjarni Petersen, Magnus Holm Jacobsen, Ragnar Samuelsen

Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page