Í nærum 80 minuttir sótu vit á øllum. Men tá gestirnir minkaðu munin, og vit mistu ein mann, stóð tað óneyðuga nógv á seinastu løtuna
Eftir nøkur heldur keðilig úrslit í landskappingini, skuldu vit finna stevið aftur, tá EB/Streymur var á vitjan í dag.
Og tað tóktist eisini, sum vóru vit veruliga á rætta lagnum fyrstu løtuna. Frá byrjan spældu vit saman, og vit høvdu eisini góðan hug at hótta gestamálið, og longu eftir 11 minuttum var bólturin í netinum. Magnus legði diagonalt frameftir, og tá Bjarki hevði runnið seg leysan, sendi hann sera hegnisliga bóltin framvið málverjanum við fyrstu nertingini.
Vit herjaðu framvegis á, og tað tók ikki langa tíð, áðrenn lagið varð enn betri. Hesa ferð áttu vit fríspark í vinstru, og tá tað varð sent innfyri, stútaði Brian kúluna í netið.
Veruleikin er, at vit bæði kundu og áttu at økt um leiðsluna undan steðginum. Málverjin hevði tí framúr bjarging, tá Martin stútaði eftir kanska best spælda álopið í dystinum, og somuleiðis var málverjin á rætta stað, tá Brian stútaði móti netinum.
Eina ferð varð bólturin í netinum, men tá bleiv Andrass veittraður til rangstøðu, hóast vit ikki vóru samd, men kenslan var avgjørt, at her sótu vit á tí mesta.
Tað gjørdu vit eisini eftir steðgin. Sum minuttirnir gingu, tóktist plásið hjá okkum at økjast, so hvørt sum mótstøðumenninir møddust, og vit komu okkum í fleiri heilt góðar støður, har vit áttu at punkterað dystin.
Men burtur úr ongum kom spenningur í. EB/Streymur leyp á í vinstru, og eftir tvær sendingar stóð Símun Sólheim púrasta leysur og minkaði um munin.
Minuttin eftir fekk Ragnar sítt seinna gula kort, og so gjørdist tað brádliga eitt stríð fyri at yvirliva. Gestirnir høvdu enntá bóltin í málinum, men lukkutíð hevði linjuverjin eisini flaggið á lofti ta ferðina, og so endaði tað við einum meira ella minni sterilum trýsti frá EB/Streymi, sum tó ongan tíð veruliga fekk hótt málið hja Mattiasi.
Trý stig á kontina vóru týdningarmesta staðfestingin á degnum. Tað taldi tó niður, at Ragnar er leikbannaður og Lukas noyddist við skaða. Tíðin til hvíld er lítil, tí longu mikudagin er dystur á skránni við Stórá, har TB stendur til reiðar at taka ímóti okkum.
B36-EB/Streymur 2-1 (2-0)
1-0: Bjarki Nielsen, 11.
2-0: Brian Jakobsen, 20.
2-1: Símun Sólheim, 79.
B36: Mattias H. Lamhauge – Benjamin Heinesen, Lukas Enevoldsen (Bárður Olsen, 71.), Andrias Eriksen, Alex Mellemgaard – Magnus H. Jacobsen (Andreas Thomsen, 77.), Ragnar Samuelsen – Martin Agnarsson, Andrass Johansen, Bjarki Nielsen – Brian Jakobsen (Bjarni Petersen, 62.)
Gult kort: Bjarki Nielsen, Ragnar Samuelsen
Reytt kort: Ragnar Samuelsen
Comentários