
B36 og Thor Høholt eru komin ásamt um sáttmála, sum inniber at verjuspælarin verður partur av B36
20 ára gamli Thor Høholt hevur fingið sína fótbóltsuppaling í FC Nordsjælland og Lyngby, har hann eisini hevur verið partur av hópinum kring besta liðið.
Hann verður lýstur sum ein skjótur verjuspælari, sum bæði er sterkur í luftini og við bóltinum fyri føturnar.
Høvuðsvenjari okkara, Dan Brimsvík, hevur samskift við Thor og Lyngby í eina tíð, og sjálvur sigur verjuspælarin, at hann gleðir seg at koma til Føroya.
- Eg havi valt at royna meg hjá B36, tí eg haldi, at hetta er eitt gott ítróttarligt ”match” og eitt gott stig á leiðini í míni i ítróttarligu menning. Eg havi havt fleiri samrøður við Dan, og tað er við eini góðari kenslu, at eg nú seti kós móti Føroyum, sigur Thor.
Í fyrsta lagi er talan um leigusáttmála, sum er galdandi fram til 1. august.