top of page

Dýrir minuttir

Tað sá meira enn bara skilagott út hjá okkum í lítlan tíma, men effektivu heimamenninir revsaðu okkum náðisleyst, og so gjørdist máltalvan heilt ljót



Við Djúpumýru í Klaksvík hava vit ofta trivist væl, og fyrsta tíman av dystinum í dag tóktist talan ikki vera um nakað undantak.

Hóast heimaliðið royndi at leggja bragdliga fyri, so fótaðu vit okkum skjótt. Við at halda upp á bóltin í skilagóðum bóltflytingum stýrdu vit tí mesta fyrstu trý korterini, og vit bæði kundu og skuldu lagt okkum á odda. Eina ferð hevði Andrass fríleypara eftir góðan bólt í dýpdina frá Thrane, men skotið fór beint á málverjan. Aðru ferð fór Andrass hegnisliga avstað í høgru, men úrslit spurdist ikki burturúr, og ivaleyst høvdu vit fingið brotsspark, um Alex hevði latið seg dottið, eftir at hann varð krøktur í brotsteiginum. Tá dugdi KÍ-málverjin betur at detta, tá hann fekk spælt seg til gult kort til Andrass, men tað vísir kanska eisini frustratiónirnar, sum vóru á liðnum hjá KÍ hesa løtuna.

Hinvegin vóru vertirnir ikki heilt vandaleysir. Einamest við deyðbóltsstøður, har ein stórur møguleiki spurdist burturúr, og nakrar ferðir var talan um nærgangandi innlegg, sum tó ikki førdu meira við sær.

Eftir steðgin tóktist gongdin vera tann sama. KÍ royndi at trýsta, men vit stóðu ímóti, og vit høvdu eisini okkara góðu støður, áðrenn tað brádliga gekk galið. Heilt galið!

Tí tá klaksvíkingarnir fingu hol á, so var tað ikki við mýkindum. Og kanska var tað munurin ímillum eitt lið, sum hevur rákið undan – meðan tað í løtuni hevur verið nógv ímóti hjá okkum.

Árni legði innfyri úr vinstru, og tá Páll stútaði tvørturum, kundi júst innskifti Jonn Johannesen seta hol á.

Bara góðan minutt seinni var bólturin aftur í okkara neti, tá Páll Klettskarð – helst rangstaddur – kundi stýra tvørbólti innum, og ilt gjørdist verri, tá Bjarni var óheppin at beina bóltin í egið mál til 3-0.

So var dysturin avgjørdur, og hóast Heini Vatnsdal gjørdi skjótt av, tá hann fekk tvær ferðir gult upp á nakrar fáar minuttir, so munaði tað lítið. Tvørtur ímóti kundi Jákup B. Andreasen staðfesta stórsigurin í yvirtíðini, og tað var tað.

Úrslitið ber við sær, at vit nú veruliga mugu upp aftur á hestin, um fjarstøðan upp til europisku plássini ikki skal gerast alt ov stór. Søgan hevur fyri tað nógva verið, at úrtøkan ikki stendur mát við avrikini, og setningurin í Fuglafirði komandi hósdag verður treytaleyst, at nú skulu trý stig á kontina.


KÍ-B36 4-0 (0-0)

1-0: Jonn Johannesen, 59.

2-0: Páll Klettskarð, 61.

3-0: sjálvmál, 68.

4-0: Jákup B. Andreasen, 90.


B36: Mattias H. Lamhauge – Benjamin Heinesen, Bjarni Petersen, Andrias Eriksen, Alex Mellemgaard – Magnus Holm Jacobsen (Bjarki Nielsen, 72.), Ragnar Samuelsen (Hugin Samuelsen, 63.) – Andrass Johansen, Mathias Thrane, Martin Agnarsson – Tobias H. Christensen

Gult kort: Andrass Johansen, Magnus H. Jacobsen, Hugin Samuelsen


Comments


Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page