Vit sótu á tí allarmesta móti fulgifirðingum, men tvær gávur av teimum heilt stóru kostaðu okkum dýrt
Talan var um ein av dystunum, sum bara skulu vinnast, tá ÍF vitjaði okkum sunnudagin.
Og lat tað bara verða sagt beinanvegin, talan varð um stórt vónbrot, tá gestirnir fóru avstað við einum stigi í sekkinum. Ja, tað kundi enntá verið verri enn so, men eftir at vit høvdu forert tvey mál burtur, megnaðu vit hóast alt at stríða okkum til javnleikin.
Fyrsta løtan av dystinum tóktist heldur dovin, men spakuliga tóku vit yvir, og í løtum var talan um stórt trýst móti gestamálinum. Tann heilt opni møguleikin kom ikki, men ofta var talan um vandastøður, har vit samanlagt áttu at fingið meira burturúr.
Ístaðin forerdu vit býtt sjálvmál burtur. Eingin vandi tóktist vera á ferð, men heldur enn at lata bóltin fara víðari til Mattias, sum var klárur at lofta, valdi Andrias at stýr bóltinum aftureftir, og so rullaði hann í tóma málið.
Spælið broyttist ikki undan steðginum, og eftir steðgin var skilið hitt sama. Vit høvdu bóltin og spældu nógv runt, meðan fuglfirðingar royndu at lúra eftir kontra. Tað gjørdist heilt vandamikið ta einu ferðina, tá tað tó eydnaðist Benjamin at renna bóltin upp og rudda.
20 minuttir fyri tíð var aftur heilt galið. Hesa ferð varð bólturin spældur aftur til Thrane, sum av baklinjuni spældi tvørtur um málið til ein púrasta blankan Uros, sum takkaði fyri og bankaði bóltin í netið.
Tíbetur tók tað okkum bara góðan minutt, áðrenn Hugin minkaði um munin, tá hann setti høvdi á gott innlegg frá Martin, og so løgdu vit heilt nógv fyri í royndini at fáa stig burturúr.
Tíðin var við fuglfirðingum, sum góvu sær góða tíð um tað mesta.Alex hevði eitt drønskot, sum málverjin fekk sligið á tvørtræið, men ikki fyrr enn í yvirtíðini fingu vit løn fyri stíðið. Hannes legði innfyri úr høgru, og so stýrdi Benjamin bóltinum í netið.
Tað gav okkum – um ikki annað – eitt stig, men tað er tó langt ífrá nøktandi. Móti liðum av hesum slagnum bæði eiga og skulu vit fáa meira burturúr. Longur enn tað er søgan ikki.
B36-ÍF 2-2 (0-1)
0-1: sjálvmál, 35.
0-2: Uros Stojanov, 70.
1-2: Hugin Samuelsen, 72.
2-2: Benjamin Heinesen, 90.
B36: Mattias H. Lamhauge – Benjamin Heinesen, Andrias Eriksen, Bjarni Petersen, Alex Mellemgaard – Mathias Thrane, Ragnar Samuelsen – Martin Agnarsson (Hannes Agnarsson, 79.), Andrass Johansen, Bjarki Nielsen (Tobias Christensen, 58.) – Brian Jakobsen (Hugin Samuelsen, 68.)
Gult kort: Andrass Johansen
Comentários