top of page

Dánjali til minnis


(mynd: www.torshavn.fo)

Tað vóru bráð og tung boð, tá vit í vikuni frættu, at Dánjal Samuelsen ikki longur var ímillum okkum.


Dánjal hevði longu starvast hjá kommununi sum hallarvørður og leiðari fyri kommunalu hallirnar, tá hann fyri nøkrum árum síðani gjørdist leiðari fyri ítróttraranleggini í Tórshavnar kommunu.

Her var Dánjal altíð nærlagdur í sínum starvi, og tó at partarnir ikki altíð vóru samdir, so ræddist hann ongan tíð at viðgera mál, so ein loysn kundi finnast á málunum. Og altíð var hann tøkur, um okkurt var áfatt. Bæði snimma og seint, gerandis- eins væl og heilidagar.

Soleiðis var Dánjal eitt kent andlit millum flest øll íðkandi í Tórshavnar kommunu, sum øll kendu til hansara stóra leiklut í teirra frítíðarlívi.

Missurin er stórur hjá nógvum, men hann er nógv størstur hjá tykkum, ið eftir sita.

Við samkenslu við tykkum vilja vit í B36 lýsa frið yvir minnið um Dánjal Samuelsen.


Comments


Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page