Tá besta manslið okkara í gjár skuldi spæla móti Víkingi, byrjaði dysturin ikki, tí ein spælari fekk boð um, at hann hevði positiva corona-test
Spælarin kendi nakað av krími, og tí læt hann seg corona-kanna leygardagin. Saman við liðfeløgunum gjørdi hann seg til reiðar til upphitingina undan dagsins dysti, tá hann varð uppringdur av landslæknanum við boðum um, at royndin hjá honum var positiv.
Samstundis gjørdi landslæknin greitt, at dystur okkara ikki kundi spælast. Vit boðaðu FSF frá hesum, og fyribils er dysturin útsettur.
Støðan í hópinum er tann, at umframt hendan spælaran, eru seks av okkara spælarum, sum ikki lúka treytirnar fyri at verða roknaðir sum koppsettir. Tað vil siga, at teir eru ikki-koppsettir ella hava ikki fingið seinna prikið í nóg góðari tíð. Sóttarhaldið er galdandi í tíggju dagar, og út frá verandi ásetingum merkir tað, at spælararnir í fyrsta lagi eru tøkir hósdagin 4. november.
B36 hevur tí heitt á FSF um at útseta seinastu landskappingardystirnar, til hesir spælarar aftur eru tøkir.
Tá tað varð staðfest, at dysturin ikki kundi spælast, fingu vit alt fyri eitt skipað soleiðis fyri, at allur hópurin varð corona-kannaður. Svarið av kanningunum var, at eingin annar spælari er positivt testaður.
Comments