Ein tilburður av Corona er staðfestur tætt at besta manshópi okkara. Tríggir spælarar eru nú í sóttarhaldi
Tað verður uttan Mathias Thrane og Lukas Enevoldsen, at okkara menn skulu spæla móti 07 Vestur sunnudagin.
Saman við Sebastian Pingel eru teir báðir settir í sóttarhald komandi dagarnar, eftir at corona hevur vitjað ov nær hjá teimum.
B36 hevur verið í sambandi við landslæknan, og hava vit alt fyri eitt tikið neyðug atlit og gjørt neyðugar corona-kanningar, so vit kunnu staðfesta, um smittan er avbyrgd.
Comments