top of page

Bleiv trygt at enda

TB mutaði væl ímóti. Men eingin kundi muta ímóti, at vit at enda vunnu tryggan heimasigur á ólavsøku



Seinna kappingarhálva varð skotin ígongd í dag, og eingin ivi var um, at vit vóru stórfavorittar framman fyri væl mannaðu áskoðarafjøldini í Gundadali í dag.

Frá fyrsta bríksli sást eisini, at ætlanin hjá TB fyrst og fremst var taka ferðina av okkum. Teir gjørdu fleiri fríspørk, og onkra tíðina somikið ógvusligt, at gula kortið varð havt á lofti. Og tað var meira enn keðilgit, at Martin mátti skaddur av vøllinum eftir gott korter.

Hetta kundi frustrerað okkum, men lukkutíð gekk tað ikki so leingi, áðrenn vit fingu fyrsta málið, ið líkasum fekk frið yvir feltið. Pingel stakk inn um til Thrane, og tá hann sendi flatt inn til Hannes, helt kanturin høvdið ísakalt og beindi bóltin í netið.

Hetta gav okkum frið, men í aðrar mátar broytti tað dystin lítið. Gestirnir tóktust at kalla nøgdir við at halda muninum niðri á einum máli, og hóast bæði Lukas og Hannes raktu træverkið undan steðginum, so helt hendan ætlanin eisini.

Eftir steðgin steðgaðu vit nakað upp. Uppskriftin hjá TB var nett hin sama, men í mun til fyrstu trý korterini megnaðu vit nú alt ov sjáldan at skapa neyðugu temposkiftini, sum kundu skræða gestaverjuna sundur.

Ístaðin gjørdist tað einastakar ferðir heldur nervakent í okkara enda, men veruligar stórbjargingar varð Mattias tó ongan tíð kroystur til at gera. Hinvegin livdi spenningurin, so leingi vit ikki megnaðu at punktera dystin, og tí hildu vit ondini eitt sindur.

Tað gjørdu vit, til bara fimm minuttir restaðu, kom alt í rættlag. Benjamin hevur í morgun skrivað undir nýggjan sáttmála, og hendan feiraði hann við at kanónera bóltin uppundir nettakið, eftir at TB hevði ruddað hornaspark útfrá.

So var leyst og liðugt, og tað varð enn ruddiligari staðfest bara tríggjar minuttir seinni. Hesa ferð streik Bjarki avstað í vinstru, og so kundi Ragnar senda upp undir nettakið, tá spælt varð útfrá.

Nakað reypandi gott spæl varð talan ikki um, men trý stig eru so sanniliga ikki at kimsa at. Tey lyfta okkum eitt pláss upp á støðutalvuni, og so eru vit til reiðar at fara til Sarpugerði mánakvøldið, har glóðheitu Víkingarnir bíða. Vit skulu heilsa og siga, at vit eisini hava hitað upp til hetta!


B36-TB 3-0 (1-0)

1-0: Hannes Agnarsson, 18.

2-0: Benjamin Heinesen, 85.

3-0: Ragnar Samuelsen, 88.

B36: Mattias H. Lamhauge – Benjamin Heinesen, Lukas S. Enevoldsen, Andrias H. Eriksen, Martin Agnarsson (Alex Mellemgaard, 17.) – Mathias Thrane, Magnus H. Jacobsen – Sebastian Pingel, Andrass Johansen (Ragnar Samuelsen, 78.), Hannes Agnarsson (Bjarki C. Nielsen, 70.) – Uros Stojanov

Gult kort: Andrass Johansen

Comments


Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page