Hann er longu tann spælarin í hópinum, sum hevur flestar dystir fyri besta manslið okkara. Og nú hevur Benjamin skrivað undir fyri tvey ár afturat
Benjamin Heinesen og B36 halda ólavsøku við nýggjum sáttmála í skjáttuni. Tað stóð greitt í dag, tá Benjamin setti sítt navn undir nýggjan sáttmála.
Hóast hann enn ikki er meira enn 25 ár, so er Benjamin tann av núverandi spælarum okkara, sum eigur flestar dystir á besta mansliðnum. Fyrstu minuttirnar spældi hann í 2012, og higartil er tað blivið til 222 dystir og 30 mál á besta mansliðnum.
Fyri tað mesta hevur Benjamin spælt í høgra borði – bæði sum vongur og sum bakkur, men hann kann eisini spæla mitt fyri, soleiðis sum gjørdi tað fleiri dystir undan summarsteðginum.
Nýggi sáttmálin er galdandi fram til kappingarlok 2023.
コメント