Talan gjørdist um svartan sunnudag við Løkin, har okkara menn taptu dystin um fjórða plássið móti NSÍ. Nú skal steypakappingin vinnast, um vit skulu spæla í Europa í 2022
Miðvikusigurin á Víkingi bar við sær, at vit høvdu fyrimunin við okkum, tá vit í dag fóru til Runavíkar. Hinvegin bar hann eisini við sær, at vit høvdu í undirkantinum av hvíld millum uppgávurnar.
Runavíkingar byrjaðu við buldur og brak, og fyrstu løtuna var talan um langt trýst frá vertunum. Veruligar møguleikar gjørdist talan tó ikki um, og spakuliga arbeiddu vit okkum inn í dystin. Næstu 20 minuttirnir vóru besta løtan hjá okkum, og vit áttu eisini at lagt okkum á odda, tá Uros stóð væl fyri, eftir at Hannes hevði runnið heimaverjuna sundur og saman.
Móti endanum av hálvleikinum tóku vertirnir aftur yvir, og eftir steðgin var sama skil. Ferðin varð støðugt hildin høg, og tað tóktist, sum var megin farin úr okkara monnum eftir tvær somikið harðar uppgávur.
Vit høvdu bóltin á stólparótini ta einu ferðina, men heldur ikki hesa ferðina var eydnan við, og í staðin var tað eitt mistak,sum førdi til, at runavíkingar kundu leggja seg á odda. Og so vóru tað brádliga vit, sum skuldu jagstra dystin.
Tað royndu vit, men tað gekk heldur striltið. Tað var tó um reppið, at Uros stútaði okkum upp á javnt, men royndin varð bjargað, og ein minutt seinni var bólturin aftur í okkara máli.
Tað var líka sum tað, og vit høvdu ikki neyðugu orkuna at svara aftur. Og tá vit annan dystin á rað máttu enda við 10 eftir ljóta tackling, har tað heldur var mótstøðan, sum skuldi mist mann, stóð tað bara klokkuklárt, at vit ikki skuldu røkka málinum.
Úrslitið ber við sær, at vit enda landskappingina á fimta plássi. Enn er steypakappingin eftir at spæla um, og har er bara eitt at gera: At vinna!
NSÍ-B36 2-0 (0-0)
1-0: Jacob Trenskow, 55.
2-0: Mikkel Jakobsen, 78.
B36: Mattias Lamhauge – Benjamin Heinesen, Lukas Enevoldsen (Bjarni Petersen, 43.), Andrias Eriksen, Alex Mellemgaard – Magnus Holm Jacobsen (Martin Agnarsson, 62.), Mathias Thrane – Hannes Agnarsson (Hákun Edmundsson, 79.), Andras Johansen, Bjarki C. Nielsen – Uros Stojanov
Gult kort: Magnus H. Jacobsen, Benjamin Heinesen
Comments