Tað var fyri at vísa barndómsfelagnum virðing, at Bjarki C. Nielsen ikki gjørdi stórvegis burturúr, tá hann legði B36 á odda inni í Vika í gjár. Framrættaði spælarin stýrdi bóltinum í málið eftir hornaspark.
- Eg vildi vísa virðing fyri felagnum, har eg fekk mína fótbóltsuppaling. Tað var har, eg byrjaði mína fótbóltsleið, og tað var eisini á Argjum, at eg fekk møguleikan at royna meg í bestu deildini á fyrsta sinni. Tað er altíð serligt at spæla á Argjum. Eg búgvi har og kenni nógv fólk rundan um felagið. Tað er altíð stuttligt at spæla inni í Vika, og serliga eisini at vinna, sigur hann.
Stríðshugur hansara er eyðkendur. Argjamaðurin arbeiðir altíð dúgliga fyri søkini, tá hann er á vøllinum. Hesaferð var avrikið so gott, at hann var bæði millum málskjúttarnar og kosin dagsins spælari. Tað var eftir eitt væl fyrireikað hornaspark, at hann skeyt sítt triðja mál í ár. Hini bæði vóru ímóti Víkingi og B68.
- Hasa støðuna hava vit vant dúgliga. Vit brúka nógva tíð og orku at venja deyðbóltar, tí tað er ein so stórur partur av fótbóltsspælinum. Eg vænti, at hjálparvenjarin Mikkel Mortensen er sera fegin um, at tað lukkaðist at gagnnýta møguleikan hesaferð, sigur hann brosandi.
B36 hevur nú tólv stig fyri fimm dystir. Tað er tvífalt so nógv, sum Dan Brimsvík hevur fingið farnu tvey árini, skrivaði bolt.fo í gjárkvøldið. Hetta er somuleiðis besta byrjanin, sum Bjarki Nielsen hevur fingið í B36. Hann skifti í Gundadali á vetri í 2021, har hann hevur verið ein av stuðulsspælarunum. Higartil hevur hann spælt 71 skrásettar dystir fyri besta liðið og skotið 18 mál.
- Tað er eitt sindur trupult at siga, hvat er øðrvísi í ár. Øll árini hava vit støðugt ment okkum og lagt afturat, og serligur dentur hevur verið á samanhaldið í hópinum. Tað er umráðandi, at vit eru sinnaðir at renna metrar fyri hvør annan, tá ið mest stendur á. Menningin kastar nú fleiri stig av sær, vísir hann á.
Leygardagin verður stórdystur í Gundadali. Føroyameistararnir úr Klaksvík vitja í steypakappingini, og tað er ein dystur, sum Bjarki gleðir seg til.
- Klaksvíkingar eru altíð stinn mótstøða. Vit spæla á heimavølli, og vónandi verða nógvir áskoðarar í B36-húsinum, sum fara at stuðla okkum. Vit fara í øllum førum at gera alt fyri at vinna okkum víðari í kappingini. Fyrireikingin er ikki øðrvísi enn vanligt, hóast uppgávan er ein onnur. Vit fara at spæla okkara spæl og samstundis vita, hvørjar veikleikar teir hava, og hvussu vit kunnu gagnnýta tað best møguligt, sigur Bjarki Nielsen.
Comments