top of page

B36 - Tre Fiori : 1 - 0


Fyrsti dystur í 2. umfarinum av UEFA Confernece League ímóti Tre Fiori úr San Marino endaði við 1-0 til B36 Hóast stóra yvirvág í spæl og málmøguleikum, so eydnaðist tað væl hjá mótstøðuliðnum at halda B36 burtur frá at skora. Stórsta møguleika í fyrra hálvleikinum fekk Magnus Egilsson, tá hann frá 11 metrum ikki fekk bóltin í málið, tá málmaðurin bjargaði brotssparkinum. Hóast nógvar møguleikar og hornaspørk, so var tað ikki fyrr enn 83. minutti, at tað bragdaði, tá returir frá Benjamin stakk út til Andrass, sum við vinstra beininum fekk bóltin framvið málmanninum - og hetta til stóra lætta og gleðið hjá bæði áskoðarum og hópinum hjá B36. Hatta var fyrri partur av 2. umfarinum og ólavsøkuaftan kl 19:45 er returdystur í San Marino, og vónandi klára Dan og okkara menn at tryggja okkum víðari til 3. umfar í UEFA kappingini 2022

Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page