top of page

B36 skrivar føroyska søgu í Evropa

Besta mansliðið trívist í Evropa, og teir trívast eisini í stórum drama. Tað varð aftur staðfest í Tallinn hóskvøldið, tá B36 vann seg víðari fyri 10. ferð í evropeiskari kapping.


Mótstøðuliðið Paide Linnameeskond megnaði væl at binda um í verjupartinum, men høvuðsvenjarin Dan Brimsvík var sannførdur um, at tað fór at bragda fyrr ella seinni.


- Vit broyttu í grundini ikki tað stóra undan longdu leiktíðini. Vit vistu, at okkara arbeiðsorka var størri, so tað ráddi bara um at halda fram við at vera grammir og ágangandi, sigur hann.



B36 hevur í nógvum førum slóðað fyri í evropeiskum høpi. Í 1992 vunnu vit fyrsta føroyska stigið í Evropa, tá Avenir Beggen úr Luksemburg spældi á Svangaskarði. Úrslitið var 1-1, og Kári Reynheim skeyt málið. Í 2005 skrivaði B36 eisini søgu sum fyrsta føroyska felagið, ið spældi seg víðari í Evropa. Og í 2020 vann B36 seg sum fyrsta føroyska felag víðari í fjóðra umfar í evropeiskari kapping.


Eftir stríð og strev hóskvøldið lukkaðist so eisini at vinna seg víðari fyri 10. ferð.


- Spæliætlanin riggaði ikki, sum vit vildu. Tað var trupult at fáa glið á spælið, men vit funnu okkum meira tilrættis eftir steðgin. Vit høvdu tað kortini trupult uttan bóltin, og Paide vann eisini nøkur øki, sum gav okkum avbjóðingar, sigur Dan Brimsvík.


Hóskvøldið vitjar Haverfordwest úr Wales í Havn, og høvuðsvenjarin ætlar at skriva ein søguligan kapittul afturat í okkara drúgva evropeiska ævintýri.


- Vit vita, at Haverfordwest hevur eitt verjukent útgangsstøði í 5-4-1 skipanini, har tað í høvuðsheitum verður dúvað upp á skjótálop. Hetta verður ein spennandi uppgáva, og vit halda okkum hava ein góðan møguleika, heldur hann.


- Evropeisku uppgávurnar hava stóran týdning fyri hópin. Spælararnir eru sera spentir til hesar dystirnar, sum eisini hava stóran týdning fyri okkara trúgvu viðhaldsfólk. Vit gleða okkum eisini sera nógv til at spæla frammanfyri okkara áskoðarum á ólavsøku, sigur Dan Brimsvík.

Comments


Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page